Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, vil flyta fleiri arbeiðspláss út úr miðstaðarøkinum og spreiða tey um landið.
Evnið er uppi og vendir her í Føroyum við jøvnum millumbilum og seinastu árini eru fleiri almennir stovnar lagdur uttan fyri høvuðsstaðin, eitt nú Sjóvinnustýrið í Miðvági, Heilsutrygd í Klaksvík og Strandferðslan á Tvøroyri.
Jógvan Skorheim vil hava fleiri dømi um tað sama.
- Almenn arbeiðspláss geva stabilitet, krevja hægri útbúgvingar, økja um fjølbroytnið og styrkja okkara land, skrivar hann.
Tað er Danmark, sum hevur givið honum íblástur, tí í dag hevur danska stjórnin kunngjørt hvørji arbeiðspláss komandi árini verða flutt úr Keypmannahavn og út í danska útjaðaran.
- Tað er eingin ivi um, at vit í Føroyum høvdu kunnað styrkt um okkara fjølbroytni og styrkt um okkara land, um almenn arbeiðspláss vóru løgd kring landið, sigur Jógvan Skorheim.
- Tí hevur Sjálvstýri lagt stóran dent á, at almennar íløgur skulu gerast kring alt landið, og hetta fara vit sjálvandi at arbeiða hart fyri eisini í framtíðini, sigur hann.