Hin 68 ára gamli keypmaðurin í Havn, Jógvan Weihe, sum nú er um at leggja heilsøluarbeiði frá sær til yngra ættarliði í familjuni, er ikki sørt argur inn á myndugleikarnar, nú teir ætla at fáa húkin í rundkoyringin Klaksvík burtur. Jógvan heitir á landsverk, um at lata húkin standa, tí hann umboðar arbeiðsemi hjá Klaksvíkingum væl.
Jógvan, sum hevur vitjað í Klaksvík javnan síðan hann sum ungur gjørdist ferðandi sølumaður, fyri ymiskar fyritøkur, sigur, at hetta málið ikki er annað enn kríggj millum Klaksvík og Havnina.
Eg havi stóra virðing fyri klaksvíkingum, teir eru vinnulívsmenn um ein háls, eingin tekur teir, tá tað um dirvið ræður. Teir seta heldur enn gjarna hús og heim í veð fyri at naá síni mál í vinnuni. Eg haldi meg eisini síggja tað nú, tá teir berjast fyri at varðveita húkin.
Alla mína tíð hava tað verið klaksvíkingar, sum hava skarað framúr. Teir hava altíð verið fremstir við øllum, og tað er nokk tað, sum er hent hesaferð eisini. Havnarmenn hava so ilt av klaksvíkingum, tí teir eru so framskygdir menn.
Vit, sum eldri eru, minnast nógv dømir. Longu í mai 1968 var KÍ-høllin innilokað og stórsligið reisigildið var hildið. Longu tá kundu klaksvíkingar venja fótbólt um veturin og eisini hava hondbólt inni. Eisini fóru klaksvíkingar at halda eina landsumfatandi vørumessu innandura við 30 básum, so eisini har varð handilsandin í teimum longu í 1968.
Jógvan smílist og sigur, at havnarmenn bygdu seinni eina ítróttarhøll, sum hevði fleiri sitipláss enn høllin í Klaksvík.
Tá klaksvíkingar, sum teir fyrstu í Føroyum, fingu fyrstu ljósmastararnar við fótbóltsvøllin, var Havnin skjót at svara aftur. Stutt eftir komu ljósmastrar eisini upp við vøllin í Havn, men havnarmenn skuldu bara vera betur, og tí blivu mastrarnar í Havn tríggjar metrar hægri enn tær í Klaksvík.
Innandura svimjihøll fingu klaksvíkingar eisini áðrenn havnarmenn, men tað toldu havnarmenn heldur ikki og gjørdur eisini eina, sum bæði var longri og hevði hægri vippur.
Eg havi altíð havt virðing fyri klaksvíkingum, teir eru handilsmenn um ein háls og eg má siga, at Føroya land hevði spart nógvar pengar í umsiting, um teir hugdu at, hvussu klaksvíkingar arbeiða. Stutt er frá hugsan til gerð, og eingin umsiting og einki roks, sigur Jógvan Weihe, sum er keddur um, at Landsverk vil húkinum í rundkoyringini ilt.
50 túsund til Sjómannadagin
Hatta má kunna fáast skil upp á, sigur Jógva Weihe; Vit hava við vaksin fólk at gera og kríggið millum Havnina og Klaksvík má halda uppat.
Kemur ikki skil upp á hetta málið, so vil eg heldur enn fegin taka mær av húkinum og seta hann uttan fyri handlin hjá mær í Havn.
Handlin hjá mær selur alt til línuvinnuna og eisini húkar, so hatta hevði verið ein fín reklama. Um húkurin kundi staðið sum eitt súmbol fyri klaksvíkingar í Havn, so fegnist eg um tað.
Rokni ikki við at eg fái húkin fyri einki, sigur Jógvan, men eg vil fegin gjalda 50.000 krónur til pengakassan hjá “Sjómannadegnum” og eg skal enntá sjálvur koma norð eftir honum, sigur Jógvan, at enda, við Sosialin.
birgir@sosialurin.fo