Og hevur Jóhan verið hjá Frant líka síðani, tó undantikið eitt tíðarskeið í '93, tá vit orsakað av kreppuni máttu steingja nakrar mánaðir.
Vit, sum hava arbeitt saman við Jóhan, kenna hann sum ein trúgvan og álítandi mann. Ein tú kanst líta á, at hann ger tað, sum hann hevur átikið sær. Og so ger tað tað ikki verri, at Jóhan er ein sera dugnaligur bakari. Hann hevur evnini til sítt yrki sum fáur, tí ikki bara dugir hann væl at baka, men eisini er hann óførur at leggja arbeiðsdagin til rættis.
Havi sjálvur arbeitt saman við Jóhan í 21 ár og umframt at hann øll hesi árini hevur verið Frants ein góður maður, so hevur hann verið mær ein hollur stuðul í okkara dagliga arbeiði á bakarínum øll hesi 21 árini.
Hesu seinnu árini hevur Jóhan verið bakarameistari hjá okkum og sum so hevur hann ábyrgdina av framleiðslu okkara. Bæði tað at framleiða nokk, men kanska mest at framleiðslan livir upp til ta góðsku, sum vit fegin vilja hava skal eyðkenna bakstur frá Frants.
Pápi, Brynhild og eg vilja við hesum ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við hesum serliga merkisdegi.
Heini