Jóhan á máltalvuna

Bjerringbro-Silkeborg vann fyrru DM hálvfinaluna

Bjerringbro-Silkeborgn og Jóhan á Plógv Hansen vunnu í dag fyrru hálvfinlauna í DM kappingini í donskum hondbólti.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál mál í 24-23 sigrinum á KIF Kolding København, sum telur spælarar sum Kasper Hvidt og Bo Spellerberg.

 

Fyrri dysturin var á heimavøllinum hjá Jóhan á Plógv Hansen og teimum. Sostatt skulu teir spæla returdystin í Kolding í høvðusstaðnum, sum verður sunnudagin.

 

Bjerringbro-Silkeborg – KIF Kolding København 24-23 (10-10)

Málskjúttar:

Bjerringbro-Silkeborg: Mads Christiansen 5, Allan Damgaard 4, Nikolaj Markussen 4, Nikolaj Øris 3, Stefan Hundstrup 3, Sebastian Skube 2, Michael V. Knudsen 1, Jóhan á Plógv Hansen 1, Klaus Thomsen 1

 

KIF Kolding København: Bo Spellerberg 9, Lasse Andersson 5, Lukas Karlsson 3, Konstantin Igropulo 2, Magnus Landin 2, Cyril Viudes 1, Torsten Laen 1