Jóhan Páll og Jóhan Dávid keypt seg inn í Kemilux

Sápufyritøkan Kemilux er nú aftur á "privatum" hondum. Beint fyri jól keyptu teir báðir, Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen úr Klaksvík, saman við Jón Olsen úr Fuglafirði, Føroya Banka úr fyritøkuni

Kreppuárini vóru tung at koma ígjøgnum hjá nógvum fyritøkum herheima. Nógvar fóru av knóranum, meðan aðrar so dánt hóraðu undan. Kemilux International var ein teirra, um enn hon var umskipað, tá ringast stóð til. Føroya Banki tók um endan tá á stóð, og syrgdi fyri at alt tað sum var uppbyggt, ikki fór fyri skeytið.

Tað er nevniliga so, at ein stórur partur av vørunum, sum Kemilux framleiðir, fer til útflutnings, og tað er ikki bara sum at siga tað, at byggja uppaftur eitt slíkt álit, tá tað fyrst er fokið.

Hóast umskipanina so gekk tað kortini ikki sum eftir ánni. Striltið gekk at fáa raksturin at bera seg fíggjarliga, men tó so betringar vóru ár um ár. Og nú sær út til at bjartari tíðir eru fyri framman. So mikið betri sær út til at ganga, at nú hava aðrir vinnulívsmenn eisini eru áhugaðir at gera íløgur í sápufyritøkuna.


Flakavirkismenn

í sápufyritøku

Fyri stuttum frættist, at at teir tríggir, Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen úr Klaksvík og Jón Olsen úr Fuglafirði hava keypt partapeningin frá Føroya Banka og sostatt eru eigarar í fyritøkuni saman við Jóhan Eysturoy.

Tað eru ikki teir persónliga, sum eru vornir partaeigarar í Kemilux, men holdingfelag teirra, sum eitur Maru Holding og hevur heimstað í Klaksvík.

Vit ringdu til Jóhan Páll Joensen í gjár og spurdu hann um tíðindini vóru sonn.

- Jú, so er. Vit keyptu partapeningin frá Føroya Banka beint fyri jól, sigur Jóhan Páll.

Hvør er ætlanin hjá tykkum við hesi íløguni?

- Hetta er ein íløga, sum so nógv annað, sigur hann.

- Kemilux er ein spennandi fyritøka, sum hevur havt nøkur sera trupul ár, men nú sær út til at tað gongur framá. Roknskapurin fyri seinasta roknskaparár vísti eitt yvirskot og tað er eitt tekin um at fyritøkan er á góðari leið.

Hevur hendan íløgan nakað við fiskavirkið á Eiði at gera?

- Nei, als ikki. Vit keyptu ein part av partapeninginum í Kemilux, tí vit eru áhugaðir í fyritøkuni. Kemilux hevur eitt stak gott produkt, sum vit trúgva uppá. Fyritøkan hevur ein góðan umsetning harav ein stórur partur fer til útflutnings. Í fjør haldi eg at útflutningsparturin var 35% og hann er vaksandi ár um ár, sigur Jóhan Páll.

Hvørjar ætlanir hava tit við Kemilux í framtíðini?

- Vit ætla okkum ikki at gera tær stóru broytingarnar í fyritøkuni, men ætla at reka fyritøkuna soleiðis, at hon trygt kann halda fram, og tað er tað, sum eg nevndi í áðni. Raksturin hjá Kemilux sær út til at verða komin upp undan aftur, og orsøkin til at vit eru farnir inn í hetta er at raksturin sær posititvur út nú. Annars hava vit ikki tosað so nógv um nýggjar ætlanir enn, sigur Jóhan Páll Joensen.

Jóhan Páll Joensen vil ikki upplýsa keypsprísin og heldur ikki hvussu nógv teir hava keypt. Hann leggur tó afturat, at teir ikki eru vorðnir høvuðspartaeigarar.