Jóhan snýtti læknan

Hondbóltur, menn: Maðurin, sum av flestu áskoðarum verður kosin sum dagsins maður, hevði fingið boð frá læknanum ikki at spæla vegna heilaskjálvta. Hann gjørdi tað kortini ? uttan venjing

Johan Danielsen var maðurin, sum bjargaði strandingum tá harðast leikaði á. Hann tók eitt brotskast frá Hannisi Wardum tá okkurt um tíggju minuttir vóru eftir, og tað var júst í tí løtuni, Kyndil var á veg uppaftur.

Men stóð tað til læknan, so spældi Johan als ikki seinastu dystirnar við strandingum.

? Eg havi fingið tveir heilaskjálvtar í ár og tað hevur gjørt, at eg havi næstan ikki vant í sjey vikur, sigur Johan.

? Læknin gav mær forboð at spæla av tí at tað var vandi fyri kroniskari høvuðpínu, men tá Kyndil tapti í Vestmanna, tá kundi eg ikki halda mær longur, sigur »supermálmaðurin« av Strondum.


Royndur 23 ára gamal

Tí var tað fyri tað mesta upp á royndirnar at hann spældi leygardagin.

Fyri at skána heysin hevur einki verið gjørt við venjing, men tá ein hevur staðið í málinum í seks ár á fyrsta liðið, so telja royndirnar kanska líka nógv ella meiri enn venjingin

Men trúði tú upp á at tit fóru at vinna dystin móti Kyndli?

? Eg trúði fult og fast uppá tað. Eg var 100 prosent vísur í, at vit fóru at vinna dystin, og eg hevði ikki nervar tá vit byrjaðu.

Hugsaði tú ikki um høvdið heldur?

? Jú, sjálvsagt og eg gjørdist eitt sindur skakkur sum dysturin leið, tí eg fekk tríggjar bóltar í heysin leygardagin, sigur Johan Danielsen, sum tó kortini leggur afturat, at hann ikki enn hevur fingið høvuðpínu av tí, og tí heldur ikki roknar við, at on kemur.

? Men í løtuni leggið eg ikki í, um eg skuldi gingið við høvuðpínu restina av lívinum. Vit eru føroyameistarar og tað er heilt ótrúligt, sigur maðurin, sum brúkti høvdið fyri at gerast meistari í hondbólti 1999.

? Hetta var ótrúliga stuttligt, sigur Johan Danielsen at enda.