Bjerringbro-Silkeborg og Jóhan á Plógv Hansen høvdu stóra uppgávu fyri í kvøld, tá ið teir skuldu á vitjan hjá sveisisku meistarunum, Kadetten Schaffhausen, í fyrsta umfarinum av Champions League.
Tað var heimaliðið, sum kom best frá byrjan. Teir løgdu seg alt fyri eitt á odda 4-1, og hóast Bjerringbro-Silkeborg svaraði væl aftur og kom á odda 5-4, so var tað Kadetten Shaffhausen, sum fór til hálvleiks á odda 12-10.
Bjerringbro-Silkeborg legði fyri sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, og áðrenn hesin seinni hálvleikurin var hálvrunnin, var Bjerringbro-Silkeborg á odda 20-16. Donsku meistararnir spældu meistarliga og tóku av øllum málmøguleikunum.
Tá ið Bjerringbro-Silkeborg var á odda 23-18, byrjaði sveisiska liðið aftur at eta seg inn á teir donsku og minkaði til 23-21. Bjerringbro-Silkeborg fekk tveir mans útvístar, men eitt nú við framúr verjuspæli frá Jóhan endaði hendan løtan javnt.
Ímóti dystarenda misnýtti Bjerringbro-Silkeborg fleiri risa møguleikar, og tað gjørdi, at Kadetten Schaffhausen alla tíðina helt seg innanfyri tvey mál á muni. Bjerringbro-Silkeborg helt tó høvdið kalt og vann 25-24.
Jóhan á Plógv Hansen spældi allan dystin á tamb á høgra vongi, haðani hann skeyt sjey mál – nøkur teirra framúr vøkur, og krúnan á verkinum var góða verjuspæl hansara. Eitt ótrúligt avrik av einum føroyingi í Champions League. Hann var einsamallur toppskjútti hjá Bjerringbro-Silkeborg. Teir næstbestu, Sebasian Skube og Nikolaj Markussen, skutu fimm í part.
Bjerringbro-Silkeborg er í einum sera sterkum bólki í Champions League. Hini liðini eru Veszprem, FC Barcelona, Paris SG, Wisla Plock, Flensburg-Handewitt og THW Kiel. Næsti dystur verður sunnudagin 2. oktobur, tá ið Flensburg-Handewitt kemur á vitjan.