- Tað er eingin, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. Tað skal jú vera ein, sum ger tað fyrst.
Soleiðis segði Jóhan Sundstein við Sosialin fyri einum ári síðani, tá hann júst hevði vunnið heimsmeistaraheitið í Dota 2 fyri fyrstu ferð. Hann setti sær ambitiøsa málið at gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr – at vinna kappingina, sum eitur "The International" tvær ferðir á rað.
Í dag kann í øllum førum staðfestast, at føroyska heimsstjørnan kom á mál. Hann hevur við liði sínum "OG" júst skrivað søgu vunnið the International fyri aðru ferð á rað - og harvið vann 5-mansliðið eisini 104 milliónir krónur at býta millum sín.
Í sambandi við málið í fjør um at vinna heimsmeistarakappingina í ár eisini, segði hann soleiðis:
- Tá mann hevur nátt eitt mál, kann tað virka undarligt at halda fram, tí mann ikki følir, at mann hevur eitt næsta mál. Men fyri meg so er tað tað mest opinlýsa tingið at gera næstu ferð... altso at gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr og vinna tvey International. Tað verður ikki lætt, men tað var tað heldur ikki hesa ferð, segði Jóhan Sundstein.
Les eisini: Johan hevur vunnið 104 milliónir
Les eisini: Eg geri bara tað, eg elski