Jóhan vann á Alfred

Fríggjakvøldið var fyrri parturin av landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Mest spennandi punktið á skránni var val av næstformanni, tí at Jóhan Dahl stillaði upp móti sitandi formanni, Alfred Olsen. Jóhan Dahl vann valið greitt við 29 atkvøðum móti 17 til Alfred

Fríggjakvøldið og leygardagin var landsfundurin hjá Sambandsflokkinum í Hósvík. Fríggjakvøldið stóð Alfred Olsen, næstformaður, fyri valið.
Fundurin byrjaði við, at Kaj Leo setti fundin sera stutt og bað einans vælkomin og lýsti fundin at vera settan. Síðani greiddi skrivari floksins, Helgi Abrahamsen, frá virkinum hjá landsfelagnum hjá Sambandsflokkinum.
Roknskapurin varð lagdur fram av Shcandorf Vang. Roknskapurin vísti eitt lítið hall, men felagið hevur eina lítla millión standandi.
Roknskapurin varð einmælt samtyktur.

Jóhan nýggjur næstformaður
Næst á skránni var val av formanni og næstformanni flandselagsins.
Kaj Leo varð afturvaldur uttan mótvalevni.
Tað mest spennandi punktið á skránni á landsfundi Sambandsfloksins, var val av næstformanni í Sambandsflokkinum.
Suðuroyar Sambandsfelag hevði heitt á Johan Dahl um at stilla upp til næstformann, og hann eftirlíkaði ynskinum.
Hvørki Alfred ella Jóhan tóku orðið, áðrenn valið fór fram. Atkvøðugreiðslan varð avgreidd skrivliga.
Fólk prátaðu spent, meðan atkvøðurnar vórðu taldar.
Eilif Samuelsen, orðstýrari, kunngjørdi, at Jóhan Dahl vann valið við 29 atkvøðum móti 17 til Alfred.
Alfred Olsen tók ósigurin virðiliga og takkaði fyri sína tíð sum næstformaður. Hann ynskti eisini Jóhan Dahl til lukku og góða eydnu.
Alfred nýtti eisini høvið til at takka Lisbeth fyri hennara arbeiði, nú hon ikki stillar upp aftur.
Eisini Jóhan tók orðið, og hann takkaði eisini Alfred fyri og segði seg vilja arbeiða fyri, at Sambandsflokkurin skal ganga fram.