Jóhan var ikki heilt nøgdur

Skála venjarin rósar sínum monnum fyri stóra úrtøku, men hann heldur ikki, at teir tríggjar tær seinastu ferðirnar hava spælt nóg væl

SKÁLA VENJARIN

Sjálvandi hevur Skála venjarin, Johan Nielsen, einki at siga til úrtøkuna, sum hansara lið hevur fingið buturúr sjey teimum fyrstu umførunum. Alt annað hevði verið fullkomuliga burturvið. Skála hevur vunnið fýra heimadystir, og á útivølli hava teir vunnið eina ferð 4-0 og tvær ferðir spælt javnt. Eingin hevði undan kappingarbyrjan ímyndað sær, at Skála skuldi liggja so væl fyri, tá ið juni mánaði var hálvrunnin.
Men tá ið vit tosa við Johan Nielsen, so sigur hann seg ikki vera heilt nøgdan við framrættaða partin fleiri tær seinastu ferðirnar.
- Hetta er nakað, sum vit hava tosað um, og sum vit undir venjing arbeiða við at bøta um. Ímóti B36 á heimavølli vunnu vit 2-0. Eg haldi, at sigurin var fult uppiborin, men vit spældu ikki so væl, sum eg veit, at vit eiga at megna. Tað gjørdu vit heldur ikki í Klaksvík, og serliga í 2. hálvleiki gekk tað ikki væl. Ímóti GÍ hava spælararnir sjálvsálitið, sum skal til, men talan er um ov nógv mistøk, og tey hava við sær, at tað kemur ikki tað flogið og skjótleikin í spælið, sum skal til, um tað skal eydnast at koma til baklinjuna og til møguleikar, tá ið teir eru so kompaktir, sum gøtumenn leingi vóru á Skála, sigur Johan Nielsen.
Skálavenjarin rósar sínum monnum fyri, at teir megna verjuspælið væl, og hann heldur eisini, at tað kann ikki sigast annað, enn at úrtøkan var stór burturúr teimum møguleikunum, sum liðið hjá honum spældi seg til.
- Tað er flott av teimum at skora fýra mál. Um Jónhard var heppin, so fekk hann okkurt afturat, men eg kann ikki annað enn vera nøgdur við úrslitið.
Á dómaraseðlinum er Rúni Rasmussen skrásettur fyri 2-0 málið. Á Skála gjørdu teir dómaran varðugan við, at hetta var ikki rætt, men hann vildi ikki broyta skrásetingina.
- Tað er sum so líka mikið, hvør er skrásettur fyri málini. Hjá okkum er tað hugaligt, at tað gongst so væl, og at vit fáa so mong mál. Men hjá mær var eingin ivi um, at bólturin var innanfyri, tá ið eg royndi móti málinum. Rúni syrgdi síðani fyri, at eingin ivi var hjá nøkrum øðrum, sigur ein sera væl nøgdur Jónhard Frederiksberg, sum vit sjálvandi skráseta fyri øll málini, sum hann skoraði.jh