Jóhanna vann barna-prixið

Tað var sera stórur spenningur í í finaluni í Nósa Barnaprix í Fuglafirði leygarkvøldið

Nósa Barnaprix

Tað varð 10 ára gamla Jóhanna Norðberg Niclasen, sum fór avstað við sigrinum í ársins Nósa Barnaprix kapping.
Finalan var í Mentanarhúsinum á Varmakeldu í leygarkvøldið og dómararnir fingu eina sera torføra uppgávu, tá ið teir skulu gera av, hvør skuldi fara við fyrstaplássinum.
Seks luttakarar vóru í finaluni, sum eini 200-300 fólk vóru og lurtaðu eftir.
? Tað vóru avgjørt teir heilt smáu marginalarnir, sum vóru á muni, men endin var at 10 ára gamla havnargentan fór við sigrinum og heiðrinum, siga fyrireikararnir.
Johanna vann við sanginum, "Summarið er komið".
Nummar tvey varð 13 ára gamla Marita Thomsen av Tvøroyri við sanginum " Kom oman í Steintún" og nummar trý var 12 ára gamla Oddvør Ellingsgaard Dam úr Havn við sanginum " Títt fitta smíl".
Allir finalusangirnir vóru nýggir, føroyskir sangir, sum vera við á eini nýggjari Barnaprix fløgu, sum ætlanin er at geva út seinni.
Fyri sigurin fekk Jóhanna Norðberg Niclasen ein gávukekk uppá 10.000 krónur, men allir vinnararnir fingu eisini mp3 spælarar, ryggsekkir og aðrar gávur frá Føroya Banka, sum var høvuðsstuðul hjá kappingini.
Allir teir seks finaluluttakararnir skulu nú í upptøkuhøli at at syngja nýggju barnaprix fløguna inn