Jóhannespassiónin eftir Johan Sebastiaan Bach

Í kvøld og í morgin verður Jóhannespassjiónin framførd í Christianskirkjuni og í Norðurlandahúsinum

Um tónaskaldið J. S. Bach (1685-1750) segði Ludwig van Beethoven:" Nicht Bach sondern Meer hätte er heissen sollen", t.e. "Ikki áarløkur ( sum orðið "Bach" merkir) men hav ("Meer" á týskum) skuldi hann itið". Soleiðis hava øll tónlistarlig stórmenni frá Haydn, Mozart og Beethoven um Mendelsohn, Schumann og Brahms og heilt upp til nútíðar tónaskøld ligið á knøum fyri tí tónleikaríkidømi, sum Bach legði eftir seg.
Allar tónlistargreinir, sum hann gav seg í holt við, megnaði hann til fullnar; men inniliga trúgvandi, sum hann var, var tað meira enn nakað tað kirkjumusikalska, sum bleiv hansara aðal lívsverk. "Soli Deo gloria" (Gudi eina heiðurin) vóru merkisorð hansara yvir øllum, hann festi á blað, tað veri seg vokalur ella orðleysur tónleikur. Og so sterkur er hansara andligi boðskapur, at hann millum kirkju- og tónlistarfólk ber heitið "tann fimti evangelisturin".
Sum tindar millum øll tey mongu gitnu bókmentaligu, myndlistarligu og tónlistarligu verk, sum frá miðøld og fram til okkara dagar hava lýst líðing og deyða Jesu Krists, standa Matteuspassiónin og Jóhannespassiónin. Talan er um oratorium, dramatisk tónaverk, har bíbilskar hendingar verða lýstar við orðum og tónum, men ikki við leiklistarligum spæli sum í operum. Frávikið frá oratorium annars er, at passiónirnar burtur-av snúgva seg um pínslusøgu og deyða frelsarans á krossinum.
Føroysk framførsla
Tað er Havnarkórið, sum hevur tikið stig til hetta tónleikatiltak. Seinastu 20 árini hevur kórið lagt dent á - stundum í samvinnu við onnur kór - regluliga at kunna fáa í lag framførslur av nøkrum av tónleikasøgunnar størri kórverkum. Nevnast kunnu Magnificat og Jólaoratoriið eftir J.S.Bach, Händels Messias, Skapanin eftir Joseph Haydn, Krýningarmessan hjá W.A. Mozart, "Ein deutsches Requiem" hjá Johs. Brahms, Verdis Requiem, oratoriið "Elias" eftir Mendelssohn, Carmina Burana hjá Carl Orff og okkurt meira.
Til framførsluna nú av Jóhannespassiónini telur kórið 45 sangarar.
Orkestrið er mannað við 20 musikarum, teir flestu lærarar í føroysku musikkskúlaskipanini, men 6 koma uttanlendis. Konsertmeistari er Sámal Petersen.
Solistarnir eru 6 í tali. Berghild Poulsen, sopran, er væl kend í føroyska tónlistarheiminum. Umframt at hon í so mong ár hevur verið ein berandi kraft í føroyskum kórsangi, hevur hon so mangan hugtikið sum solistur, eisini í krevjandi verkum, sum eru nevnd omanfyri.
Elsa Súsanna Dalsgaard hevur verið álitið, tá tørvur hevur verið á altsangara á professionellum stigi. Miðvíst hevur Elsa Súsanna ment sína rødd, hevur lokið hægsta prógv á donskum musikkonservatorium og virkar nú sum fastur kórsangari við norsku operuna í Oslo, har hon eisini hevur solistiskar uppgávur.
Ernst Sondum Dalsgarð var í eitt áramál fremsti føroyski floytuspælari og floytulærari í føroyska musikkskúlanum. Men við sínum framúr góðu tónlistargávum fall tað honum lætt at skifta yvir til sangin, tá ið høvi beyðst til tað. Hann starvast nú á kongaligu operuna í Keyp-mannahavn sum kórsangari og eisini alt meira sum solistur. Føroyingar hava hann ikki minst í huga, tá hann sum hetjutenorur hugtók á seinastu nýggjárs-konsert.
Saman við og í somu støðu sum Ernst á "tí kongaliga" starvast eisini Hans Lawaetz. Vit í kórinum huga saman við áhoyrarum annars hansara ljómandi bassrødd eitt nú í Messias og Bach-verkinum Magnificat.
Krevjandi leiklutin sum evangelistur hevur ungi svenski tenorsangarin Conny Thimander. Sprottin úr teirri ríku svensku sangsiðvenjuni hevur hann sítt støði bæði í kórsanginum - syngur í tí heimsgitna Radiokören -, í operuheiminum - hevur havt fleiri solistleiklutir - og innan kirkjuliga oratoriusangin - m.a. sum evnagelistur í Jóhannespassiónini.
Lars Thodberg Bertelsen, sum syngur tann týðandi Jesus-partin í passiónini, er gitið sangaranavn í Danmørk. Sum operusangari hevur hann havt gitnar leiklutir sum Figaro í Rossinini-operuni "Rakarin í Sevilla", greivin í "Brúdleypi Figaros" og Papageno í "Gandafloytuni" eftir W. A. Mozart, og eisini í oratoriu-samanhangi eru javnan boð eftir honum til størri leiklutir. Ofta er hann at hoyra í donskum kringvarpi, og ikki minst fyri sínar tulkingar av danska sangarvinum (Carl Nielsen, Th. Laub o.a.) hevur hann fingið fleiri virðislønir. Hans Thodberg Bertelsen er tann útlendski sangarin, sum Havnarkórið hevur havt mest og best samarbeiði við.
Framførslurnar nú um viku-skiftið verða leygarkvøldið kl. 19 í Christianskirkjuni í klaksvík og sunnukvøldið kl. 19 í Norðurlandahúsinum í Havn.