Jóin á Húsum: Foreldrini vistu sær ikki betri ráð enn at senda drongin til Føroyar

Tað nógva sambandið millum Føroyar og Ísland merkti eisini, at íslendsk foreldur lótu síni børn fara til Føroya at verða fostrað upp. Eitt dømi um hetta er Johann Olaf Sigurdsson, vanliga kallaður Jóin á Húsum. Vit lýsa hansara áhugaverdu søgu

Tað áhugaverda við at skriva søgu er, at ofta hevur ein søga eina aðra við sær. Hetta hevur ikki minst verið galdandi fyri tær ferðir, sum Smyril Line hevur skipað fyri til Íslands í fótasporunum hjá føroyskum fiskimonnum, har eg havi fingið tann heiður at vera við.
Á ferðini í vár kom fram, at før­oy­ingar á mangan hátt við fiskiskapi vóru betur fyri enn íslendingar. Hetta merkti eisini, at liviumstøð­urnar í Føroyum vóru betri enn í Íslandi.
Hetta førdi við sær, at tað vóru íslendsk børn, sum komu til Føroyar at vaksa upp, tí foreldrini hildu, at hetta var tað besta fyri barnið. Summi av hesum børnum fóru yvir til Íslands aftur, meðan onnur vórðu verandi.
Henda frásøgnin er frá Geila Jakku á Húsum, sum var nógv ár til lands í Íslandi. Tað er so heppið, at tað finst nógv tilfar frá honum. Abbasynir hansara hava nevniliga verið so framskygdir at lata pápa teirra Geila Jóannes f. 1903 greiða frá søguni hjá pápa sínum inn á band. Jóannes hevði eitt gott minni og var ein framúr frásøgumaður. Synirnir Andrass og Sólmundur hava skrivað av, og tískil finst her hópur av tilfari um hendan partin av okkara søgu.
Millum annað er tað søgan um Jóin á Húsum.

Ísárið
Jakku var føddur í 1871. Hann róði nógv út á Skálum á Langanesi, sum vit høvdu frásøgn um í Miðvikuni frá ferðini við Norrønu í vár. Jóannes greiddi millum annað soleiðis frá frá pápa sínum:
Eitt árið, teir vóru har yviri, varð kallað tað ringa ísárið. Hetta var fyrst í 90-unum ella seinast í 80-unum. Geila Jakku segði, at tá ið teir komu yvir móti Skrúðuni út fyri Vattarnes sluppu teir ikki longur fyri ísi, alt var blokerað. Tá ið teir komu inn fyri Vattarnes, var einki sprek heilt umborð, ja, sjálvt flaggstongina tóku teir niður at brúka at stinga út frá við fyri at halda skipinum so nøkulunda frítt frá ísinum. Hetta skipið kann hava verið »Vaagen«, sum føroyskir útróðrarmenn vanliga ferðaðust til og úr Íslandi við hesa tíðina.
Teir lógu stillir og drivu við ísinum og fingu als ikki brúkt skrúv­una. Jakku helt, at stýri­maðurin var ein óføra fimur og fermur maður. Hann fór nevniliga niður á ísin við einum weirenda, sum hann hevði smoygt eitt varp uppí. Hann gekk við varpinum nakað frá skipinum og høgdi tað í ísin. Á henda hátt fingu teir drigið skipið so líðandi framyvir. Stýrimaðurin setti eisini varpið í rivur í ísin. Tá vísti tað seg, at tað var eitt sindur av sjógvi innanfyri. Skipið varð soleiðis hálað fram við hjálp av spælinum.

Jóin
Geila Jakku hevði í 1898/99 aftur við sær úr Íslandi ein smádrong, Jóin, sum hann aldi upp á Húsum. Drongurin kom at verða kendur sum Jóin á Húsum. Faðir hansara Sigurd, sum var bátasmiður, var ættaður úr Vestmannaoyggjum, meðan mamman Halldóra var úr Mýrdals­vík á Suðurlandinum.
Í Íslandi búði bátsmanningin hjá Jakku hurð um hurð við foreldrini hjá Jóin, sum vóru komin til Skálar úr Vest­mannaoyggjunum at arbeiða. Har var bert eitt bróst ímillum, so tað hoyrdist væl ímillum.
Líka frá fyrsta degi á Skálum gekk tann 7 ára gamli Jóin altíð í hølunum á Geila Jakku, og Jóin vildi so sleppa heim til Føroyar við honum.
Mamma Jóin var so smátt byrjað at tosa við Jakku um at hava Jóin heim við sær til Føroya. Tey høvdu so nógv børn. Húsarúmdin var lítil, og tey livdu undir sera smáligum korum. Tað vildi verið ein lætti hjá teimum, um Jakku vildi taka hendan smádrongin við sær.
Eitt kvøldið, hann er farin til hvíldar, nú hoyrir Jakku, at tey bæði hjúnini liggja og práta saman um Jóin, og hann hoyrir konuna siga: »Hevur tú spurt ella tosað við Jakku um at hava Jóin heim við sær.« »Nei,« sigur Sigurð, »men hevði eg fingið ein hálvpelafløsku av brennivíni, so skal eg biðja hann hava dreingin heim við sær.« Hetta vísti, at hann saknaði mót til at spyrja Jakku um hetta. »Ja, tað skal tú fáa,« sigur Halldóra við Sigurð.
Jóannes helt tó, at hesin dropin av brennivíni, heldur skuldi nýtast til at sýna blíðskap.
Kvøldið fyri, sum teir skuldu fara heim til Føroya, var Jakku boðin inn til teirra, og tað verður borðreitt fyri honum. Tá kemur pápin við eini hálvpelafløsku og skeinkir eitt fullrokað steyp til hansara.
Blíðskapurin var óføra góður og stemningurin góður. Har var sanniliga alt, sum hugsast kundi, sett á borðið fyri Jakku. Tungu­bandið loysnaði. Soleiðis sótu tey hetta kvøldið og hugnaðu sær saman og prátaðu um alt millum himmal og jørð. Ein sannur vin­skap­ur varð knýttur teirra millum hetta kvøldið.
Sum tey so sita og práta fellur prátið á Jóin, ið so gjarna vildi sleppa við Jakku heim til Føroya. Jakku varð so spurdur, um hann ikki vildi hava hendan drongin heim við sær, nú hann fór heim. Jakku hevði jú altíð verið so góður við hann.
Jakku segði, at nú var tað blivið so seint hetta kvøldið, so hann fekk ikki givið boð heim til Føroya. Hann var enn ógiftur og búði inni hjá foreldrunum. Eingi hús hevði hann bygt enn, so tað komu at blíva foreldrini, sum máttu passa drongin.
Tá sigur Haldóra við Sigurð: »Ja, eg havi altíð sagt tað við teg, tú skuldi havt sagt tað fyrr við Jakku at hava drongin heim við sær, nú er tað ov seint.« Tá ið Jakku sá, hvussu hetta nívdi tey, tekur hann seg um skeggið. So letur í honum, so sáttligur hann var: »Jú menn, hetta skulu tit ikki taka so tungt, eg skal nokk taka drongin heim við mær til Føroyar.« Jakku roknaði við, at foreldur hansara høvdu sanni­liga ikki nakað ímóti, at hann tók drongin við sær at fostra upp í Føroyum. Hetta skuldi hann nokk taka uppá seg.
Her skal skjótast inn, at almenna íslendska søgan um Skálar byrjaði  í 1910. Henda frásøgnin bendir á, at tann føroyska byrjar fyrr.
Gjørdist føroyingur burturav
Ja, so varð, sum hann hevði játtað. Jakku tók Jóin heim við sær. Hann kom at búgva hjá foreldrunum hjá Jakku í Niðari Lon á Húsum, til Jakku og Anna Malena giftust tvey ár seinni og búsettust í teirra nýggju húsum norðuri á Geilajørð. Jóin gekk í Húsa skúla, og hann varð roknaður at vera ein fosturbeiggi í húsinum. Tey fingu fyrsta barnið longu í 1901.
Foreldrini hjá Jakku vóru Ellen Sofie Davidsdatter, systir tann væl kenda Jørgen av Nesi, og Joen Magnus Joensen, sum var av Húsum. Tey vóru um 65 ár, tá ið tey frá degi til dags fáa hendan fostursonin!
Tá ið Jóin var 15-16 ára gamal, plagdi hann at vera hjá Ginu Norður í Húsi, systkinabarn Jakku, um vetrarnar. Hon var ógift.
Jóin varð trúlovaður við Jóhannu Sofíu, sum var dóttir Símun í Suður­stovu, sum gekk burtur norðuri á Leitinum 14. desember 1900. Hendan dagin vóru fimm húsa­menn farnir við línu í fjørði­num, tætt norðanfyri bygdina. Veðrið var gott um morgunin, men tá ið teir fóru at draga, brendi hann á av útsynningi. Báturin fór runt av eini hvirlu. Tríggir menn umkomust. Millum hesar var Símun og 14 ára gamli sonurin Joen Fredrik. Jakku var við sama báti, men slapp á kjøl saman við beiggja sínum Dávur.
Jóin var har í húsinum eini tvey ár, áðrenn tey giftust í 1913. Hann var tá 21 ár, og hon var 31.
Jú, Jóin dámdi sera væl at vera í Føroyum líka frá fyrsta degi, hann kom higar. Tað var skjótt, at hann tosaði fullkomiligt føroyskt. Ja, hann gloymdi so at siga tað íslendska. Hann dugdi bert onkur íslendsk orð, tá ið hann fór til Íslands at fiska, men hann kom skjótt eftir tí. Men hann dugdi kort­ini ikki betur íslendskt enn aðrir føroyingar, sum komu til Íslands.
Jú, hansara føðiland gjørdist Føroyar, og hann kendi seg full­komi­liga sum ein føroying. Hetta mundi hann takka manninum við tí síða skegginum fyri, hann sum var so góður við børn, ein sannur barnavinur.
Gud forláti mær. Tað var ikki lætt hjá foreldrunum at lata Jóin frá sær. Men hungur er eitt beiskt svørð. Tey búðu á einum neystalofti.

Sá ikki foreldrini aftur
Jóin var elstur av fleiri systkin. Tey vóru ikki øll fødd, tá ið Jóin kom til Føroya.
Geila Jóannes kendi tey væl. Hann var altíð inni hjá teimum, tá ið teir vóru í Íslandi. Tað var akkurát sum at vera heima inni hjá teimum. Ein dóttir kallaðist Alfrida. Hon átti einki barn. Dagmar átti heldur einki barn. Alfons var ógiftur. Kanska var Engelbreth giftur. Hann var í hvussu er trúlovaður, tá ið Jóannes kendi hann. Torbjørg var gift. Tey búðu í Vestmannaoyggjunum, men hon flutti til Reykjavíkar tá hon fór frá manninum, sum var dani. Hon giftist upp aftur við einum íslendingi.
Jóin sá hvørki pápan ella mammuna aftur. Mamman hevði ynskt at síggja Jóin aftur, áðrenn hon doyði. Hon hevði sent boð um hetta við einum føroyskum skipi. Eina ferð vóru teir noyddir at liggja beint uttanfyri, har mamma hansara búði. Men hendan dagin viðraði so illa, at tað lat seg ikki gera at fara í land. Tá var pápin deyður.

Gjørdist góður skipari
Beiggjar hjá Jóin komu higar. Alfons var her á Húsum ein heilan vetur. Hann gjørdi eisini nyttu fyri seg, gjørdi veg og hampaði um húsini.
Jóin tók skiparaprógv, og hann kom longu at føra skip 21 ára gamal. Hann var ein arbeiðandi og dugandi maður.
Jóin flutti av Húsum til Klaks­víkar í 1928 ella 1929. Hann átti hús norðuri á Stongunum.
Jóannes hevði sett nakað av peningi í, tá ið Jóin keypti Sigurfari, einar kr. 3.000, sum var nógvur peningur tá. Skipið kostaði kr. 13.000. Hetta var í 1926. Jóin rindaði hetta aftur við at lata Jóannes hús síni á Húsum.
Jóin keypti so motorbátin »Kun­­oynna«, tá ið hann kom til Klaks­­víkar. Hann førdi »Albert Victor« í 1917, og í 1918 var hann besti­­mað­ur við honum. Hann førdi »Living­stone« í 1919 og 1920, og hetta seinna árið var Jóannes við honum.
Jóin førdi skip í 1922/23 og í 1924 førdi hann »Zion«. Í 1925 førdi hann »Sigurfari,« í 1926 førdi hann »Titanic«. Í 1927 keypti Jóin Sigurfari, sum i 1929/30 fekk motor.
Í 1933/34 kom Jóin sjúkur aftur úr Íslandi. Hann fór niður men kom aftur ólekiliga sjúkur. Jóin doyði í november 1934, bert 41 ára gamal.
Børnini
Jóin og Jóhanna Sofíu fingu sjey børn:
1. Joen Sofus Fr. Sigurðsson. Giftist við Kathrinu Mariu S. Matras úr Klaksvík. Tey fingu sjey børn. Hann var formaður á útróðrarbáti og var ein fiskiklógv.
2. Sigurð Herluf Sigurðsson f. 1915. Giftist við Matgrethe Solvej Poulsen av Eiði. Tey fingu átta børn. Sigurð var formaður á útróðrar­bátinum Brandi, sum hann átti saman við beiggjanum Haldór.
3. Alexander Frits Sigurdsson f. 1916. Giftist við Onnu Petrinu Hansen úr Sørvági. Kendur sum skipari á Karin K, farmaskipinum hjá Kjølbro.
4. Olaf Sigurdsson f. 1919, giftur í 1941 við Jacobinu Mellemgaard. Tey ættleiddu eitt barn. Hann sigldi nógv við trolara.
5. Haldór Imsland Sigurðsson f. 1920. Giftur við Onnu Sofíu Gásadal. Fingu trý børn. Sigldi eisini við trolara.
6. Ingolfur Fritjof Sigurdsson f. 1921. Giftur við Hansinu Joensen úr Fuglafirði. Var smiðjumeistari á Stórubeding í Klaksvík. Tey fingu 5 børn.
7. Karen Lydia Sigurðsson f. 1926. Gift við Leivi Jensen, hjá Gøtu Pola. Tey fingu fýra børn. Lydia er einasta av systkjunum á lívi.

Sum tað sæst er nógv ætt í Før­oy­um eftir Jóin. Hon hevur eisini verið við til at menna føroyska sam­felagið. Sum eitt dømi av mongum, kann nevnast, at ein abbasonur er Terji Sigurðsson, júst nú semingsmaður á almenna arbeiðsmarknaðinum. Ein annar royndur semingsmaður er eisini Alfred Petersen, langabbasonur Jóin. Ein beiggi Terja var Tórleif, kendur formaður í fótbóltssambandinum.
Men fyrst og fremst er hetta ein søga um, hvussu fólk komu hvørjum øðrum við, og hvussu stórt hjartalagið var, at tey uttan at himprast kundu taka sær av einum fremmandum barni fyri at geva tí eitt betri lív.

Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá tveimum dramatiskum lagnum undir seinna heims­bardaga, nevniliga Arna Petur og Johannes Nicolajsen