Tað sum eg bar fram í Útvarpi Føroya, 27. august 2007, um bygging av nýggjari trygdarmiðstøð í Klaksvík, standi eg framvegis rimmar fast við. Men um tað var politiskt korrekt at bera hetta fram eftir samgongufundin er annað mál, sum Jógvan við Keldu hevur sín fulla rætt at hava sínar greiðu meiningar um.
Sum Jógvan við Keldu sjálvur erliga nevnir í grein á heimasíðuni hjá Norðlýsinum “Bjørn, hatta var ikki heilt rætt!”, so var hann burturstaddur og tí ikki við á samgongufundi, tá spurningurin um nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík brádliga varð reistur, uttan at málið var á skrá.
Tað sum gjørdi, at spurningurin um trygdarmiðstøðina kom til viðgerðar var, at tinglimur úr Fólkaflokkinum ikki metti at farast skuldi undir hesa nýbygging, m.a. tí at einki var nevnt um hetta í samgonguskjalinum.
Sjálvur helt eg hetta vera vánaliga grundgeving og nevndi tí aðrar íløgur, sum vóru samtyktar í samgonguskeiðnum uttan, at tær beinleiðis vóru nevndar í samgonguskjalinum. Eg segði meg harumframt sjálvandi vera greiðan yvir, at allar íløgur eiga at gerast eftir ávísari raðfesting, sum altíð er neyðugt, tá íløgur skulu gerast. - “Pláss er jú fyri hesi raðfesting” - .
Eg greinaði eisini týdningin av at fáa hesa íløgu gjørda til frama fyri sjófólk okkara, starvsfólki á støðini og trygdina á sjónum, sum er so týðandi fyri okkum.
Frá Sambandsflokkinum havi eg fingið fullan stuðul í hesum máli.
Jógvan við Keldu, løgtingmaður, sigur seg hava fingið endurgivið frá onkrum í Fólkaflokkinum, sum var á samgongufundi, at formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, tosaði um raðfestingar við beinleiðis tilvísing til trygdarmiðstøðina. Tað er ikki rætt endurgivið Jógvan.
Kaj Leo Johannesen tosaði um samlaðu raðfestingarnar hjá løgmanni og hinum seks landsstýrismonnunum til fíggjarlógina komandi. Sambandsflokkurin situr jú við fíggjarmálum og vil altíð føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
So Jógvan, mín góði vinur og samstarvsfelagi: “Hatta var snøgt sagt heilt rætt”. Men fyri rættvísis sakir skal eg leggja afturat, at tú Jógvan, hevur ongantíð givið til kennar annað enn tín fulla stuðul til ætlanirnar at byggja nýggja trygdarmiðstøð, so tú mást koyra á tínar egnu í hesum máli.
Hin spurninin, um tað var politiskt korrekt av mær at bera hesi tíðindi eftir samgongufund er annað mál, sum ein og hvør hevur rætt til at gera sínar egnu metingar um, eisini tú Jógvan.