Jú, Javnaðarflokkurin hevur altíð verið trygdin fyri pensjónini - og soleiðis verður eisini hesaferð!

Ongantíð síðan P. M. Damsa dagar hendu so stór framstig fyri pensjonistar sum hesi árini 2004-08, tá Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina av almanna- og heilsumálum. Men á heysti 2008 yvirtók Sambandsflokkurin við Rósu Samuelsen politisku ábyrgdina av pensjóns- og almannaøkinum annars. Síðani tá er bara gingið afturá á hesum økjum. Kortini hendir tað margháttliga, at fyri hetta verður Javnaðarflokkurin revsaður og Sambandsflokkurin upphevjaður í seinastu veljarakanningini.

Javnaðarflokkurin legði rygg til pensjónshækkingarnar

Tað var dýrtkeypta høvuðskravið hjá Javnaðarflokkinum í samgonguavtaluni við Sambands- og Fólkaflokkin í 2004, at fremja munandi hækkingar í pensjónunum. Og hetta gjørdist úrslitið eftir 4 árum:

 

Stakur pensjonistur: úr 7.800 kr/mán til 10.300 kr/mán.

Pensjonistahjún: úr 12.370 kr/mán til 16.970 kr/mán.

 

Hetta hendi serliga við hækkingunum av Samhaldsfasta og viðbótini til ávísar pensjonistar. Hetta eru tølini uttan mótrokning av aðrari munandi inntøku.

 

Einasta broytingin sum er hend síðani Sambandsflokkurin yvirtók hetta málsøkið, er at javningin av viðbótini er skorin niður úr 4 til 3%. Umframt at stuðulin hjá pensjonistum til heilivág er skorin munandi.

Javnaðarflokkurin legði rygg til betri fyritíðarpensjón

Meðan vit høvdu ábyrgdina á almanna- og heilsuøkinum, hendu stórar betringar fyri fyritíðarpensjonistar:?

Lægsta fyritíðarpensjón hækkaði í 2007 og 2008 við tilsamans 2660 kr /mán.

Fyri allar fyritíðarpensjonistar varð mótrokningin av aðrari inntøku lækkað úr 60 niður í 30%.

Og fólk sum fáa tilkent fyritíðarpensjón aftaná 60 ár, fáa nú ta fullu tilkendu upphæddina, og ikki eina skerda upphædd svarandi til eitt lægri pensjónsstig, so sum tað var frammanundan.

Einasta broytingin sum er hend síðani Sambandsflokkurin fekk ábyrgdina, er at øll javningin av fyritíðarpensjónini er skorin niður úr 4 til 3%. Og haraftrat liggur eitt uppskot og lúrir um at skera alla mótrokningarfríu upphæddina hjá fyritíðarpensjonistum burtur…

Størri hækkingar til eldraøkið enn nakrantíð

Meðan Javnaðarflokkurin hevði ábyrgdina av eldraøkinum árini 2004-08 hendi størri hækkingar á eldraøkinum annars, enn nakrantíð áður:

Stuðulin til umsorgararbeiði fyri pensjonistar - tað er serliga dagtilhald og mattænasta - varð øktur úr 3,1 til 6,8 mió kr. Men tá Sambandsflokkurin fekk ábyrgdina á økinum varð stuðulin til dagtilhaldini allur skorin burtur við 4 mió kr.!

Hesi árini vóru so nógv búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum tikin í nýtslu sum ongantíð áður – 159 nýggj pláss tilsamans – og talið av starvsfólkum í heimarøktini og eldrarøktini annars øktust samstundis við 210 fólkum! Tað sær nú eisini út til, at í hesum og í komandi ári verður eisini farið undir verkætlaninar í Havn, Vági, Vestmanna og í Norðoyggjum, sum vit góvu tilsøgn til longu í 2006.

Javnaðarflokkurin hevur púra greiða støðu í pensjónsmálinum

Hóast tað eg havi nevnt omanfyri, so fær Javnaðarflokkurin harðar ákoyringar fyri at vilja pensjonistunum illa við ymiskum spariætlanum, sum eru framlagdar í sonevnda Ólavsøkupakkanum hjá landsstýrinum. Serliga harmist eg um lesarabrævið hjá partamanninum Jóhan Hera Joensen.

 

Sjálvsagt tosi eg fyrst og fremst fyri meg sjálvan. Men í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum eru vit tíbetur eisini samd um eina greiða støðu til tey mál, sum Jóhan Heri óttast fyri. Vit hava eisini lagt okkara støðu fram í sonevnda politiska fylgibólkinum, sum nú viðgerð uppskotini til nýggja pensjónsskipan.

 

Har eru ómetaliga nógv og víðfevnandi viðurskifti til viðgerðar, men uttan mun til sonevnda ”munnkurv” um arbeiðið í fylgibólkinum, so vil eg kortini gera okkara støðu púra greiða í nøkrum av teim málum, íð stríð stendur um:?

Vit taka ikki undir við at hækka pensjónsaldurin, men tey sum eru niðurslitin, skulu kunna fara frá áðrenn 67, og tey sum hava førleikan og áhugan skulu eggjast til at kunna halda fram út um 67.

Vit taka ikki undir við at mótrokna í pensjónini frá fyrstu krónu – mótrokningarfría upphæddin skal varðveitast og mótrokningin, serliga fyri lágu inntøkurnar, skal minkast munandi.

Vit vilja ikki arbeiða við uppskotinum til eina pensjónsnýskipan sum eitt spariuppskot, men sum eitt arbeiði fyri einum positivum reformi, íð skal skapa bæði verandi og komandi pensjonistum eitt trygt inntøkugrundarlag fyri eini góðari eldratilveru.

Og tað kemur ikki uppá tal at mótrokna í fyritíðarpensjónini frá fyrstu krónu – mótrokningarfría upphæddin skal varðveitast sum ein av avgjørdu fyritreytunum fyri at eisini fólk við skerdum førleika skulu kunna hava eitt virkið lív á einum meira rúmligum arbeiðsmarknað, alt eftir huga og førimuni.