Tað verður byggifelagið J & K Petersen, sum fær arbeiðið at broyta bryggjukantin á vestaru bryggju í Havn.
Tórshavnar Havn bað um tilboð upp á arbeiði, ið snýr seg um at rætta upp bryggjuna framman fyri gamla Baccalao og Saltsøluni so hon gongur í beinari linju yvir á molan á Viðarnesi. Eisini skal økið fyllast upp, soleiðis at støðið verður tað sama allastaðni.
Byggifelagið J & K Petersen bjóðar sær at gera arbeiðið fyri umleið tríggjar milliónir, og hesum tilboð hevur havnarnevndin hjá Tórshavnar Býráð tikið av.
Vit hava eisini lagt økið, sum er millum saltsøluna og oljufeløgini av til fiskivinnuøki, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í havnarnevndini. Hann sigur, at talan er um eina prinsippavgerð, og at tí ikki avgjørt er, hvat skal vera har.
Á økinum er í dag ein bygningur, sum hýsir havnarkrananum og skrivstovu hjá havnarskrivstovuni. Hesin bygningur verður tikin niður.
Fyrsta dagin verður eisini farið undir arbeiði at taka niður saltsiloina hjá saltsøluni.
Tað er Tórshavnar Havn, sum eigur bygningin hjá Saltsøluni, og hevur J & K Petersen eisini fingið arbeiðið at stoypa nýggja saltsilo.
Tá hesin bygningurin er bygdur uppaftur, skal hann eisini hýsa havnarskrivstovuni á vestarubryggju og havnarkranunum.
Endamálið við at rætta upp bryggjukantin og hækka støðið er at fáa meira burtur úr havnarlagnum, sigur Tórfinn Smith. Sum er fyri ov nógv pláss fyri skeyti og á henda hátt vænta vit, at meria nytta fæst burtur úr havnarlagnum, sigur hann.