J. K. Rowling skrivar ævintýr

Mamma Harry Potter er júst liðug við at skriva eina nýggja bók, sum snýr seg um heimin rundan um Harry Potter. Bókin fer tó hvørki at snúgva seg um Harry, Ron ella Hermione. Hon eitur ?Beedle the Bard? og fer sostatt hóast alt at hava okkurt við hinar bøkurnar at gera. Í 7. Harry Potter bókini ?Harry Potter and the Deathly Hallows?, sum enn bert er komin út á enskum, gevur Dumbledore nevniliga Hermione hetta ævintýrasavnið. Savnið spælir ein sera stóran leiklut í 7. bókini - sum eg tó ikki fari at avdúka her, um onkur enn bíðar eftir føroysku útgávuni av hesu bók.

 

Nú eru ivaleyst mong, ið fegin vilja ogna sær hesa bókina, men eg noyðist her líka at leggja afturat, at hon ikki verður til sølu í handlunum. Bókin verður framleidd í sjey hondskrivaðum eintøkum, sum Rowling sjálv hevur gjørt. Seks av hesum eintøkunum fer Rowling at geva fólki, ið seinastu 17 árini hava hjálpt og stuðla henni við veruligu Harry Potter bókunum. Tað síðsta eintaki fer so á uppboðssølu í desembur mánaði. Byrjunarprísurin á ævintýrbókini verður her 30.000 pund og allur peningurin herfrá fer beinleiðis til vælgerandi endamál.