Jákup B seldi væl

Í morgin og fríggjadagin verða fleiri landingar í Klaksvík. Tvey línuskip og tveir ísfiskatrolarar koma aftur av túri. Línuskipið Jákup B landaði sløk 50.000 pund í Klaksvík í mánadagin. Teir seldu um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya og fingu góðan prís - slakar 15 krónur í miðal fyri kilo.

Jákup B hevði einar seks setur á túrinum, og meginparturin av veiðini var hýsa.

Í dag landar trolbáturin Fiskaklettur í Klaksvík. Mánadagin, tá teir boðaðu frá landing, høvdu teir umleið 14.000 pund inni.

Pól Fuglø, landingarformaður í Klaksvík, sigur, at línuskipið Klakkur kemur inn at landa í morgin, og Ågot kemur fríggjadagin.

Klakkur er undir Føroyum, og Ågot er á Íslandsrygginum.

Ísfiskatrolararnir Safir og Smaragd koma eisini inn at landa fríggjadagin, og sum skilst, hevur fiskiskapurin hjá teimum verið hampiligur.