Jákup á Borg: Eg fór ov langt

Venjarin hjá B36 bíðar framvegis eftir revsingini frá FSF. Søgur siga alt frá 0 til 4 dystir

Fótbóltssambandið hevur tikið upp mál, har Jákup á Borg hevur sagt ov nógv um dómaran í dystinum millum HB og B36 í steypakappingini. Venjarin var argur um avrikið hjá dómaranum og vísti á, at hann brúkti tað øðini at geila sínar spælarar upp. Eisini helt hann fyri, at dómarin var ov skjótur og ov fegin, at geva gult kort.

 

Les eisini: FSF ætlar at revsa Jákup á Borg

 

- Eg veit, at eg fór ov langt, og tað eri eg keddur av. Hatta er ein tann sermerktasti dysturin í søguni hjá felagnum, so tað er einki at siga til, at tað vóru nógvar kenslur upp á spæl. Eg var ongantíð í iva um gegnið hjá dómaranum, hvørki fyri ella í móti okkum ella HB, sigur Jákup á Borg og leggur afturat:

 

- Eins og ein spælari kann hava ein minni góðan dyst, so hevði hann kanska tað hesaferð. Vit vóru níggju móti 11, og máttu brúka tað, sum vit kundu. Tað var ongantíð meint, sum at dómarin beinleiðis dømdi ímóti okkum við vilja, sigur venjarin hjá B36 við VikuskiftisSosialin.

 

Fótbóltssambandið hevur einki meldað út, men tað hevur ljóðað alt frá ávaring til fýra dystir leikbann er ein møguleiki.