Jákup á Borg gestur í Fótbóltspanelinum

FM1: Gestur í Fótbóltspanelinum klokkan 16 í dag verður fyrrverandi venjarin hjá B36, Jákup á Borg

Í Fótbóltspanelinum í dag, sum er á FM1 hvønn fríggjadag eftir tíðindini klokkan 16, verður gesturin Jákup á Borg.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

Hann hevur seinastu fýra árini staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá B36, men á kommunuvaldegnum í farnu viku komu boð frá felagnum, at Jákup á Borg gevst.

Úrslitini hava verið góð, men tað hevur verið nakað av órógv í hópinum, sum nú ger at samlaði toppskjúttin í felagnum ikki longur er venjari. Jákup á Borg var bæði bilsin og keddur, tá tað stóð greitt fyri honum, at hann ikki longur er venjari í barndómsfelagnum.

Í sendingin verður spurt um uppsøgnina, ella um tað var ein uppsøgn. Tað verður eisini tosað um avrikini seinastu fýra árini, og um Jákup á Borg aftur verið venjari?

Hoyr Fótbóltspanelið á FM1 frá klokkan 16 í dag.