Jákup: Eg fái gron tá eg tapi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá ÍF fer ikki at halda ólavsøka, men fer beint heim at analysera tapið ímóti HB

- Eg fái gron, tá eg tapi ein dyst, so avgjørdur er Jákup Mikkelsen, ið saman við Símun Eliasen venur effoliðið hjá ÍF.

 

Jákup Mikkelsen ætlar ikki á ólavsøku, men ætlar beina leið heim at analysera 0-1 tapið ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í kvøld. Fyri Jákup Mikkelsen og ÍF var talan um ein keðiligan niðurtúr aftaná framúrskarandi dystin ímóti KÍ farna sunnudag, sum ÍF vann 4-2 í stórum stíli.

 

Jákup Mikkelsen ásannar, at tað sá ikki gott út hjá hansara monnum í fyrra hálvleiki, og ein part av seinna hálvleiki, men hann heldur, at hansara menn høvdu málmøguleikarnar til at tryggja ÍF, ið hvussu er eitt stig, sum hevði verið eitt góðkent úrslit.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás aftaná dystin millum HB og ÍF fyrr í kvøld.