Jákup í eldra liðnum

Hóast nýggjur málverji hesa ferð er í leguni, so vera tað teir báðir gomlu, sum vera á listanum seinnapartin í dag

FØROYAR-SVEIS

Ein nýggjur maður er komin í landsliðsleguna. Tað er Gunnar Nielsen, stóri og evnaríki eykamálverjin hjá Frem í Keypmannahavn. Hann er úttikin, tí tað verður roknað við, at hann er góður møguleiki fyri at vera framtíðar málverji á landsliðnum.
Hesar dagarnar venur hann saman við Jens Martini Knudsen og Jákupi Mikkelsen. Teir báðir eru í fótbóltshøpi farnir at eldast eitt sindur, men tað hevur ikki sást aftur á spælinum hjá teimum. Í B36 og NSÍ málunum hava teir vera ógvuliga væl upplagdir, og tað er eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fer at verja málið í dag, og at tað verður Jens Martin Knudsen, sum fer at sita á beinkinum.
Í dag er altjóða skrásetti landsdysturin nummar 99 á skránni, og mikudagin verður tað 100. ferðin, at Føroyar fara at spæla, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki í 1988. Í fyrsta dystinum, sum var í Akranesi 24. august í 1988, vardi Jens Martin Knudsen málið, og Jákup Mikkelsen var á beinkinum. Tá var Jens Martin 21, og Jákup hevði akkurát fylt átjan ár. Síðani tá hava teir í nógv teimum flestu avbjóðingunum røkt aftastu ódnina.
Á Svangaskarði hóskvøldið endaði venjingin við, at teir eldru spældu ímóti teimum yngru. Soleiðis plagar tað at vera, og spælararnir leggja nógv í hesa uppgerðina. Gunnar Nielsen vardi annað málið, og Jákup Mikkelsen vardi hitt. Jens Martin Knudsen tók sær av løttum á beinkinum.
- Hóast Jákup hevur verið við í øll hesi árini, so er hetta fyrsta ferðin, at hann verjir málið hjá teimum eldru. At eg eri trý ár eldri hevur havt við sær, at hann altíð hevur verið á yngra liðnum, staðfestir Jens Martin Knudsen, sum tykist eins eldhugaður, sum hann hevur gjørt øll hesi seytjan árini, sum hann hevur verið á landsliðnum.