Jákup helt aftur tætt

Fótbóltur: FCK heldur framvegis kósina, og tað vil siga, at teir enn eina ferð einki stig fingu

Bara annar av teimum báðu føroysku landsliðsspælarunum í donsku superliguni var á vøllinum sunnudagin. Lærskaðin hjá Toda Jónsson helt honum frá at spæla í Aarhus, og tá hin álopsmaðurin hjá FCK ? hann eitur Brian Laudrup! ? heldur ikki var førur fyri at spæla við, tí hann var skaddur, so var tað lítið at kóka suppu uppá.

Hóast nógvu skrivingina um kreppu og at fleiri spælarar fara at fáa sekkin í summar, so var hugburðurin hjá FCK ikki heilt av leið. Teir royndu at stríðast, men teir spældu ikki sum nakað dreymalið, og teir taptu 2-1. AGF var á odda 2-0, áðrenn David Nielsen pyntaði um. Kappingarneytin hjá Toda Jónsson hevði eina røð av møguleikum, men var óheppin tær flestu ferðirnar, tá hann royndi seg móti málinum, har AGF liðformaðurin, Lars Windfeld, var meiri enn hálvskaddur og noyddist í 2. hálvleiki at taka seg úr stríðnum.

Møguleikarnir hjá FCK at spæla í Europa Cup eftir summarfrítíðina styrknaðu ikki. Teir kappast við Lyngby, sum fór eitt stig frá FCK og nú er fýra stig frammanfyri. Lyngby spældi 2-2 á heimavølli móti Silkeborg. Sepp Piontek og teir vóru í øðini, tá Lyngby javnaði í yvirtíðini. Silkeborg menninir hildu, at heimaliðið gjørdi fríspark móti Peter Kjær, málverjanum hjá Silkeborg í støðuni, tá teir javnaðu.


Jákup í essinum

Eftir at tað í nógv umfør gekk rættuliga striltið hjá Herfølge, so hava teir hesar síðstu vikurnar rættuliga fingið glið á, og tað er ikki sørt undrunarvert, tí nógvir av føstu monnunum eru skaddir, og tað átti at rakt dygt, tí hópurin er rættuliga tunnur.

Fyrst spældi Herfølge 1-1 á heimavølli móti Silkeborg, so vunnu teir 1-0 í Parkini, og hesa ferð vunnu teir 2-0 á heimavølli móti Vejle. Hetta var fyrsti sigurin á heimavøllinum síðani august í fjør. Bæði málini hjá Herfølge komu í 2. hálvleiki, og teir knapt 1.600 áskoðararnir kundu enn eina ferð staðfesta, at føroyski landsliðsmálverjin taldist millum teir bestu á liðnum. Vejle tóktist illa upplagt, og Jákup Mikkelsen staðfesti, at eingin ivi er um, at hann er og verður fyrsti málverjin hjá Herfølge. Har hava tveir málverjar roynt at fingið plássið frá honum, men nú hevur annar teirra tikið avleiðingarnar og er farin úr Herfølge og til Køge. Hesin maðurin eitur Mikkel Drexel, og hann er 23 ára gamal.


Tvídystur

Tað gongur illa hjá Ole Mørch og nýggja felagnum hjá honum. AB var í Viborg, har taptu teir 1-0, og nú verður tað mett at verða lítið sannlíkt, at teir fara at vinna meistaraskapin. Í gjárkvøldið spældu AaB og Brøndby, og um AaB vann henda dystin, so eru teir upplagdir favorittar til at vinna meistaraskapin. Undan dystinum í gjárkvøldið hevði AaB 52 stig og Brøndby og AB 50 stig. Lyngby hevur 42 stig og FCK 38. Herfølge, Vejle og Silkeborg hava 37 stig. Við sigrinum á FCK kom AGF uppá 35 stig, og teir eru harvið komnir undan teoretiska møguleikanum at flyta niður.

Fríggjadagin spæla Vejle og AGF, og sunnudagin verður spælt soleiðis: AB-B93, FCK-Silkeborg, Viborg-Lyngby og Aarhus Fremad-AaB. Jákup Mikkelsen og teir skulu ikki í eldin aftur fyrrenn mánakvøldið, men tá er uppgávan eisini stór, tí tá skulu teir spæla í Brøndby.

Stóri dysturin í donskum fótbólti hesa vikuna verður longu hósdagin, Kristi himmalferðardag. Steypafinalan verður á hvørjum ári spæld henda dagin í Parkini í Keypmannahavn. Finaluliðini í ár eru AB og AaB. Bæði liðini hava møguleika at vinna donsku greipuna.


Niðurflytingin avgjørd

B93 misti sunnudagin síðsta teoretiska møguleikan at halda sær omaná. Teir taptu 2-0 á heimavølli móti Aarhus Fremad og nú er eingin møguleiki at røkka upp um strikuna. B93 hevur bara níggju stig, og Viborg, ið er lægst stadda liðið omanfyri strikuna, hevur 31 stig. Tað eru seks dystir eftir at spæla.

Venjarin hjá Aarhus Fremad eitur Peer Danefeld. Hann er ikki heilt ókendur millum føroyingar. Fyri einum tólv-fimtan árum síðani spældi hesin maðurin við Odense KFUM, og tá taldustu millum liðfelagarnar hjá honum fyrrverandi stórspælarar í Føroyum sum t.d. Meinhardt Dalbúð, Abraham Hansen og Jógvan Gregersen.

Danefeld og hinir í felagnum hjá Símuni Eliasen høvdu ilt við at gleðast yvir sigurin móti B93, tí sigurin hjá Viborg móti AB hevði við sær, at møguleikin hjá Aarhus Fremad at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna minkaði. Aarhus Fremad hevur 24 stig, og Viborg 31.