Jákup Martin harmast vánaliga avrikið í fyrra hálvleiki (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen aftaná stórtapið í Sarpugerði

##med2##

EB/Streymur hevur tapt nógvar dystir í ár, men tá hevur verið talan um tap við í mesta lagi trimum málum. Liðið hevur eisini fingið rós fyri at standa væl og at verja væl, men í dag skrædnaði hjá EB/Streymi í dystinum móti Víkingi á útivølli í Sarpugerði í Norðragøtu.

Víkingur vann 6-0. Tá liðini fóru inn til steðgin var Víkingur longu á odda 5-0. Víkingur skoraði tey fimm málini uppá 27 minuttir. 

Víkingur – EB/Streymur 6-0 (5-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar (18.)

2-0: Gunnar Vatnhamar (26.)

3-0: Finnur Justinussen (34.)

4-0: Jákup Johansen (37.)

5-0: Ari Olsen (45.)

6-0: Noah Mneney (61.)

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen viðgongur, at tað sum EB/Streymur avrikaði í fyrra hálvleiki var undir alt lágmark, men hann heldur avgjørt, at liðið reisti seg munandi í seinna hálvleiki. 

Jákup Martin Joensen minnir á, at teir vinna saman sum eitt lið, og teir tapa saman sum eitt lið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Jákup Martin Joensen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi. 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)