Tað gongur strúkandi hjá Jákupi Mikkelsen, John Faxe Jensen og hinum í Herfølge. Mánakvøldið spældu teir á heimavølli móti Sikleborg, og enn eina ferð eydnaðist tað Herfølge at vinna. Úrslitið var 3?2, og tey trý stigini bera við sær, at Herfølge, sum ikki hevur tapt í superliguni í hesum kappingarárinum, framvegis er ósigrað.
Sum so mangan áður, so var eisini undan kappingarbyrjan í summar roknað við, at Herfølge skuldi teljast millum uppløgdu evnini til niðurflyting, men í nýggjum álopskendum stíli hevur liðið gjørt øllum døprum spádómum til skammar. Herfølge er nú á øðrum plássi, tvey stig aftanfyri oddaliðið AB, sum hevur fyrrverandi Herfølge venjaran, Ole Mørch, við róðrið.
Í síðsta minutti
Mánakvøldið fekk Herfølge sigursmálið, sum innskifti Thomas Knudsen skoraði, í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Fýra minuttir frammanundan sá einki út, tí tá javnaði Silkeborg til 2?2 við brotssparki, sum varð dømt, tí Steven Lustü hevði felt Nocko Jokovic.
Silkeborg legði bragdliga fyri, og teir komu á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málið varð stútað eftir hornaspark, og í donskum fjølmiðlum varð í gjár nevnt, at tað tóktist, sum um fríspark varð gjørt móti Jákupi Mikkelsen, sum var komin seg so mikið eftir skaðan, hann fekk í síðstu viku, at hann kundi spæla, men dómarin lat ikki við seg koma.
Kenneth Jensen javnaði til 1?1, tá 34 minuttir vóru farnir, og í 61. minutti legði verjuspælarin Gert Nordin, sum var við fyri fyrstu ferð eftir, at hann hevur verið skaddur, heimaliðið á odda. Skotið hjá honum rakti í høvdið á einum mótstøðumanni og snýtti Peter Kjær í málinum hjá Silkeborg.
Silkeborg trýsti fyri at javna, men Jákup Mikkelsen vardi málið væl, m.a. tá hann tók gott fríspark, sum Nocko Jokovic sendi úr 25 metra fjarstøðu. Og so var tað, at tvey mál komu síðstu fýra minuttirnar, og Herfølge fekk øll stigini.