Jákup Mikkelsen kemur heim til KÍ

Landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen hevur gjørt tvey ára sáttmála við barndómsfelagið KÍ

Týskvøldið skrivaði Jákup Mikkelsen undir tvey ára sáttmála við KÍ. Harvið fer landsliðsmálmaðurin heimaftur til barndómsfelagið at spæla.


Jákup Mikkelsen spældi øll ungdómsárini við KÍ, og hann var málmaður á besta liðnum fram til august mánað 1994, tá ið hann fór til Danmarkar at royna seg. Í Danmark spældi hann 136 dystir fyri besta liðið hjá Herfølge, og hann gjørdist danskur meistari við felagnum. Seinni gekk leiðin til Noregs og Skotlands, har hann umboðaði feløgini Molde og Partick Thistle. Í 2004 kom Jákup Mikkelsen heimaftur til Føroya at spæla, og fyrsta árið spældi hann í KÍ. Seinastu trý árini hevur Jákup vart málið hjá B36.


Nú er so greitt, at Jákup Mikkelsen fer at spæla við KÍ næstu tvey árini, og tað fegnast felagið um.


- Jákup er ein framúr góður málmaður, og hann hevur drúgvar altjóða royndir, sum fara at koma okkara hópi sera væl við. Vit hava eisini avtalu við Meinhardt Joensen næsta kappingarár, so KÍ hevur nú tveir teir bestu málmenninar í landinum í hópinum, sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í sp/f KÍ.


Jákup Mikkelsen hevur spælt 53 a-landsdystir fyri Føroyar, og hann er liðformaður á landsliðnum.