Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum hevur á fundi í morgun valt Jákup Mikkelsen til formann floksins á tingi.
Jákup Mikkelsen verður eisini limur í fíggjarnevndini, har Jacob Vestergaard hevur sitið.
Í Uttanlandsnevndini hevur Jacob Vestergaard verið formaður. Jákup Mikkelsen gerst nú limur í Uttanlandsnevndini. Nevndin skal nú skipað seg av nýggjum. Sambært samgonguskjalinum eigur Fólkaflokkurin formannin í Uttanlandsnevndini, og tí verður Jákup Mikkelsen formaður í nevndini.