##med2##
Fyri aðru ferð innan seks dagar tapti B36 2-4 í einari topp 5 uppgerð. Í dag var móti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu, har serliga Andreas Lava Olsen gav B36-verjuni nógv høvuðbrýggj.
Og tað er verjuparturin sum gevur Jákupi á Borg høvuðbrýggj, og hann sigur í samrøðu við FM1, at nú fer at verða arbeitt hart uppá tann partin av spælinum.
Jákup heldur, at B36 gjørdi tað óneyðuga lætt hjá Víkingi í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup á Borg.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seks málunum, ið komu í dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lava, ið staðfestur eitt sindur speiskliga, at nú verður ringt at velja hann frá í byrjanaruppstillingini hjá Víkingi. 3) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt gott avrik hjá Víkingi, og eitt minni gott avrik hjá B36, ið veruliga má bøta uppá verjupartin nú átta mál er farin inn í tveimum dystum.