Pabba er sonur Miu og Karl Olsen, og eftir at pabba varð føddur, fluttu tey til Vágs í nýggj hús, sum standa úti í Toftalíð úti á ”Vendiplássinum”. Abbi okkara, Karl Olsen, var sonur Óla Olsen, vanliga nevndur Óla Smið og Jákubinu við Hvanndalsá. Abbin var yngsti sonur og var tí ikki tann, ið kom at standa í smiðjuni hjá pápinum og var tí noyddur at finna sær annan lívsveg. Hann byrjaði sum blaðungur, 14 ára gamal, úti hjá Jóhan Nólsøe á Marknoyri, sum seinni setti hann sum arbeiðsformann vesturi á kaiini. Karl abbin varð verandi á kaiini øll síni arbeiðsár. Omma okkara, Mia, var dóttir Jákup og Lisu Midjord á Øgrum. Mia var heimagangandi og passaði húsið og børnini og var annars besti stuðul hjá manni sínum í hansara arbeiði. Eftir at tey høvdu fingið Jákup, fingu tey synirnar, Óttar , ið varð føddur tá bumburnar fullu í 1942. Omma hevur sjálv sagt frá, at hon stóð við snórin og hongdi klæðir upp, tá ið flúgvarin kom undan Nesfjalli, og abbin var á útróðri. Nakrar tímar eftir, at bumburnar vóru falnar uppi undir bøgarðinum, ikki langt frá har omma stóð og hongdi klæðir upp, varð Óttar føddur. Ellivu ár eftir, at pabba varð føddur, varð yngsti beiggin, Kári, føddur.
Lívið gekk sína gongd í Toftalíð, og húsini í grannalagnum vóru sum eitt, og børnini eins og tey vaksnu gingu inn til hvønn annan dagliga. Tey bond, ið har vórðu knýtt, vórðu knýtt fyri lívið. Heimið hjá ommuni og abbanum í Toftalíð stóð altíð opið, og var sum eitt heim fyri mong. Heimið var karmur um eitt ríkt mentanarlív, har alskurin fyri føroyskum kvæðaskaldskapi og fosturlandsrímum birtist. Hetta sæst aftur í teimum óteljandi skrivibókum, ið pabba avskrivaði kvæði og tættir í, og herav kemur hansara framúr vakra hondskrift. Eisini er hetta ein av hornasteinum undir hansara yrkjaraevnum samantvinnað við, at hann hevur so mætar yrkjarar sum Poul Jóhannes táttayrkjarin og Poul F. sum nærmastu skyldmenn. Somuleiðis síggjast hesi evni aftur í hansara máta at rúnarbinda áhoyraran í sínari frásøgn, og tí var tað ikki so løgið, at valið fall á at útbúgva seg sum lærara. Eftir loknan realskúla skuldi støða takast til, hvør leiðin skuldi ganga. Í 1957 fór pabba til Danmarkar, á Nørre Nissum seminarum, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Her bergtók tann føroyski unglingin mangan vestjyda, við sínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti hann mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag í dag. Nevnast kann, at á 65 ára føðingardegi hansara vóru hálvthundrað næmingar úr hanara árgangi frá Nørre Nissum í Føroyum fyri at heiðra hann. Til stuttleika kann nevnast, at hann til hetta høvi keypti eina dýni til hvønn og innlogeraði tey í Skótahúsinum. Hetta er bert ein av mongum tilburðum, ið siga nakað um hansara ovurstóra gestablídni og gávumildni. Tað, at hann valdi skótahúsið, var ikki av tilvild, tí hann var jú ein av endurstovnarunum av skótaliðnum, Royndini Fríði í Vági, eins og hann var sera virkin skóti alla sína lestrartíð í Danmark.
Hann var tó ikki verandi einsamallur føroyingur meira enn eitt gott ár, tá ið mamma, seinni kona hansara, kom niður, fyri at nema sær somu útbúgving. Eftir at pabba varð útlærdur í 1962, starvaðist hann í Thyborøn sum lærari, ímeðan mamma gjørdi seg lidna við lesnaðin.
Í 1963, tá ið avgerðin varð tikin um at fara aftur til Føroyar, varð varaskúlastjórastarvið boðið pabba og lagt varð aftrat, at skúlastjórin var gamal og fór skjótt frá. Hetta sigur ikki sørt um, hvussu væl umtóktur hann var. Men heimlongsulin var ov stórur og í tí sambandinum kann ein hending undir lestrartíðini lýsa henda heimlongsul og evnini hjá pabba til at síggja møguleikar heldur enn forðingar umframt hansara drívmegi. Tjaldið sigldi 14. hvønn dag Føroyar – Keypmannahavn – Føroyar. Jóltíð var, Tjaldið var farið heim fyri seinastu ferð 16. desembur, tá ið ilur kom í pabba og heim skuldi hann, so ella so, so hann og mamma okkara, Marna, saman við Jonhild Strøm tóku ferðina niður til Esbjerg. Við smørbáti fóru tey frá Esbjerg upp til Grimsby við vónini um at finna eitt føroyskt fiskifar har, sum komið var at landa feskan fisk undan jólum. Rætt var, ”Grímur Kamban” lá við kai. Jákup var skjótur umborð, spurdi skiparan Wolfang, um møguleiki var at sleppa við heim til Føroyar. Skiparin svaraði, ”at hetta fer at verða bummsøla, tá konufólk komu upp í leikin”. Men tá sølutølini komu, var tað metsøla, so lagið var gott, og ferðin gekk gott heim til Føroyar. Komin til Vágs høvdu aðrir Nørre Nissum studentar hug at klípa Jákup og Marnu í kjálkarnar, tí tað var jú ógjørligt at koma heim til Føroyar, aftaná at Tjaldrið var farið. Her vísti pabba enn einaferð, at onki er ógjørligt.
Heim við sær frá Nørre Nissum tóku mamma og pabba ikki bert lesnaðin við sær, men eisini kunnu tvey markant dømi takast fram, sum ikki funnust í føroyskum samfelagnum áður. Annað er flogbólturin. Pabba tók bæði flogbólt og net heim við og lærdi lærararnir hesa nýggju ítróttargrein. Hitt er adventskransurin, sum hann tók við sær heim. Bæði hesi dømini eru fastur táttur í føroyska samfelagnum í dag.
Mamma og pabba komu heim og vórðu sett í starv við Vágs skúla. Tit vóru ung og virkisfús, fóru eldhuga til verka. Tit vóru eldsálir í tykkara virki, og tit bygdi skúlan upp innanífrá við nýggjari námsfrøði. Tit vóru sum ein nýggjur spíri, sum brátt fór at næla og veksa. Eina nýggja lærugrein innførdu tit, sum ikki var kend í Føroyum áður, nevnuliga evning. Lærarafelagið heitti á teg pabba at skipa fyri skeiðum í evning fyri lærarar, so henda lærugrein seinni kundi innførast sum nýggj lærugrein fyri allan føroyskan skúlaskap. Vágs skúli var fyrsti fólkaskúli í Føroyum, sum fekk brenniovn til leir, bert Føroya Háskúli hevði ein frammanundan. Eisini fóru tit í holt við at fyriskipa sjónleik fyri næmingunum í 3. real. At skúlin gjørdist títt lívsverk, har ið arbeiðstíð og frítíð flutu saman í eitt, eru óteljandi dømir um. Vit minnast, at næmingarnir øvaðu sjónleik uppi í kjallaranum hjá okkum, næmingarveitslur vóru eisini, eins og skótarnir gjørdumførdu leiðaraútbúgvingina til patruljuførarar – alt í sama skála í kjallaranum.
Ì 1968 gjørdist pabba varaskúlastjóri, og tá ið Johan Djurhuus legði frá sær sum skúlastjóri, gjørdist tú hansara eftirmaður í 1972.
Stutt eftir hetta fór tú til verka at bøta um karmarnar, skúlin hevði at virka undir, og 2. september í 1979 var nýggjur stásiligur skúli vígdur við øllum nútímans fakhølum – ársdagin fyri vígsluna av gamla skúla frá 1884 vesturi á Oyralag.
Hesin skúlin er einasta byggjarí við statsstuðli í føroyskari søgu, har stuðulin er útgoldin loypandi undir øllum byggjarínum. Hetta er tær at takka fyri, tí Vágs Býráð slapp undan at taka dýr byggilán av tí sama. Og fíggjarætlanin fyri byggjarí'ið helt.
Eitt av serhølunum, sum eigur at takast fram, er 25 metrar langi svimjihylurin – einasti skúlahylur tann dag í dag, sum er 25 metur. Hetta fekst tú eisini ígjøgnum, hóast mótstøðu frá játtandi myndugleikum, tí hetta var ikki vanligt. Fyri teg var tað átroðkandi neyðugt, at kappingin fekk pláss í menningini av teimum ungu. Tú setti tær eitt mál og náddi tað – sum so mangan. Tú var víðskygdur og ynskti, at skúlin var nútímans langt inn í framtíðina.
Men tað var eitt sum var tær sýtt, men sum hevði kunna givið føroysku ítróttini fleiri nýggjar ítróttargreinir. Tú ynskti at gagnnýta avlopsorkuna frá svimjihylinum til at niðurkøla skúlalagið, soleiðis at Vágs bygd eisini fekk eina ísbreyt í sama umfari.
Samstundis sum skúlin varð bygdur, stóðst tú sum formaður fyri Minnisvarðanevndini á odda fyri arbeiðnum at reisa nýggja minnisvarðan fyri teimum sjólætnu og harvið fekk gjørt ljótasta blett mitt í Vági til eitt prýðisøki við tí nátturuvakra berginum sum karm rundan um varðveitingina av siðsøguliga fiskaplássi mitt í bygdini.
Tað siðsøguliga hevur altíð fylt nógv, men ikki bara siðsøguliga, men samtíðarkunningin hevur eisini verið ein stórur partur, og sæst hetta millum annað aftúr í, at pabba varð biðin um at skriva lesiætlanina fyri nýggja fakið, samtíðarkunning, í samband við at nýggja skúlalógin kom í 1979.
í 1980 tekur pabba yvir politiska leiklutin hjá pápa sínum, og tá ið hann hevði sitið í býráðnum í 16 ár og ikki stillaði upp aftur, varð pabba settur á listan og valdur. Hann sat í býráðnum í 20 ár. Í 1994 varð pabba valdur á Føroya Løgting fyri Kristiliga Fólkaflokkin, sum fyrsti og einasti umdømisvaldi tingmaður floksins, líka frá flokkurin varð stovnaður miðskeiðis í farnu øld, tá Kjartan Mohr stovnaði flokkin. Sum tingmaður valdur fyri Suðuroynna í 1994, har fíggjarkervið í Føroyum ridlaði, setti tú tær sum mál at leggja lunnar undir eitt hvørt vinnuligt virksemi í tínari heimbygd. Eisini sum tingmaður gjørdi tú títt til at verja ogn føroya fólks við millum annað at krevja, at øll frálandavinna og møguliga oljuvinna skuldi fara um føroyskan kaikant. Harumframt fekst tú tryggjað orðingina í oljulóggávuni, at ”oljan er ogn føroya fólks”.
Á vinnuøkinum hevur tú eisini víst títt hegni. Tú hevur ikki havt minnið enn 4 bátar, Soleu, saman við verfaðirinum, Torra, saman við brøðrunum, Ottar og Kára og øðrum. Nótabátin, Saksaberg, saman við allari manningini og rækjubátin, Hvannaberg, saman við skiparanum. Umframt hetta hevur tú altíð havt seyðahald í Hvannadali.
Umframt alt hetta sum nú er nevnt, hevur tú verið og er ein pápi og abbi sum fáur. Fyri okkum børn hevur ongantið nakað verið nóg gott. Altíð hevur tú viljað tað besta fyri okkum, fyri okkum systkin hevur tú verið pressarin, sum stuðlaði okkum í at røkka okkara egnu málum. Tú rúmar so nógv, so nógvan kærleika, so stórt hjartarúm og so stóran vilja til at skapa. Tað, sum sermerkir teg er, at tú ert málrættaðu, loyalur, heilur og trýgvur móti tínum upphavi og tínum kæru, trúgvur móti tínari søgu, trúgvur móti teimum idealum, tú vaks upp við, og trúgvur móti teimum røtum, ið góvu tær megi. Hesi virðir hevur tú einsi givið okkum í uppfostranini, og soleiðis sum tú sjálvur, so hava júst hesi virðini givið okkum børnum somu styrki og megi, sum tey góvu tær. Ogur hava nógv at vera takksom fyri og fara við hesum at siga takk fyri alt, tú hevur verið fyri okkum og ynskja tær mong góð ár framyvir saman við mammu.
Longsul
Mær leingist at hoyra eitt føroyskt orð,
og nýta tess kringlutu gøtu
ei hóvar mær røddir við fína borð,
mær leingist til føroyskar løtur.
Sum tann, ið kennir hvørt veingja-sús,
og veit hvussu alt har virkar
hann leiðist at búgva í høga hús
best trívist har gólvið knirkar.
Jákup Olsen, New York, tann 16/11-1996
Elsa Maria, Martin Karl og Annika