Jákup Pauli Strøm, sum er 51 ára gamal, er ættaður úr Vági. Hann tók cand. mag. útbúgving í søgu og samfelagsfrøði á lærda háskúlanum í Århus í 1985 og hevur verið lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum øll árini síðan tá. Síðan 2003 hevur hann røkt starvið sum vararektari.
Jákup Pauli Strøm hevur drúgvar fyrisitingarligar og námsfrøðiligar royndir og hevur nomið sær leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Aberdeen.
Umframt lærarastarvið hevur Jákup Pauli verið lestrarvegleiðari í Hoydølum. Hann var í arbeiðsbólki, sum í nítiárunum gjørdi álit um frítíðarundirvísingina, og hevur síðan august 2006 verið formaður í Arbeiðsmarknaðarráðnum undir innlendismálaráðnum.
Hann hevur eisini sitið í nógvum nevndum, ið hava við skúlaskap at gera, t.d. í ráðnum fyri Altjóða skrivstovuna og próvtøkunevndini í lærugreinini samfelagsfrøði.
Saman við øðrum legði hann til rættis bóklingin “Útbúgvingar í Føroyum 1990”, og í 1998 skrivaði hann bókina “Tit bygdu hetta land”, sum viðgerð føroyska arbeiðsmarknaðin.
1. juli tekur Jákup Pauli Strøm við starvinum sum leiðari fyri Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.