Jákup Sólstein, sum hevur verið formaður í Føroya Reiðarafelag í mong ár, fór í gjár úr nevndini í felagnum Á eykaaðalfundi í Reiðarafelagnum gjár fekk felagið nýggja nevnd. Jákup Sólstein stillaði ikki uppaftur, og tí skal felagið hava nýggjan formann.
Í nýggja nevndini hjá Føroya Reiðarafelag eru Hanus Hansen í Klaksvík fyri verksmiðjutrolarar, Kristian Martin Rasmussen í Klaksvík fyri nótaskip, Dánial Johansen í Miðvági fyri ídnaðarskip, Johan Joensen í Kollafirði fyri rækjuskip, Poul Hansen í Havn fyri lemmatrolarar, Jónsvein Knudsen í Runavík fyri partrolarar, Jóhannus M. Olsen á Toftum fyri línuskip og Viberg Sørensen í Trongisvági fyri garnaskip.
Nú velur hvør høvuðsskipabólkur eitt umboð í nevndina. Fyrr valdu økini fólk í nevndina. Hendan bygnaðarbroytingin verður mett at styrkja felagið millum annað í samskiftum við onnur. Nevndin skipar seg sjálv við formanni.