Fyrr í summar var næstan ikki endi á fagnaðinum millum fuglfirðingar, tá ið ÍF fór úr Ssarpugerði við 2-1 sigri. Seinni var Víkingur í Fløtugerði og vann 2-1, og í dag var Víkingur væl bragdligari í Sarpugerði.
ÍF riggar nú til at fara inn um Eiðið aftur við 4-1 tapi, og tað var beinanvegin, at Víkingur skoraði tvey tey fyrstu málini.
Jákup Johansen, sum varð dagsins maður, setti hol á eftir upplegg frá Finni Justinussen. Tað var í sætta minutti, og sjey minuttir seinni var 2-0. Tá var Sølvi Vatnhamar málskjútti, og Andreas Lava Olsen átti uppleggið.
Og fimm minuttir eftir steðgin var tað Jákup Johansen, sum økti til 3-0, og aftur hesa ferð var tað Finnur Justinussen, sum átti uppleggið.
Tíggju minuttir eftir steðgin var Jákup Johansen aftur í miðdeplinum. Hann staðfesti hattrikkið, tá ið hann eftir innlegg frá vongverjanum í vinstru Bergi Gregersen setti bóltin í málið. Sámal Joensen pyntaði um fyri ÍF, tá ið vanliga tíðin var farin. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Sámal Joensen var millum málskjúttarnar hjá ÍF.
Víkingur endaði á fimta plássi við 47 stigum, og ÍF endaði á sætta plássi við 26 stigum.