Jákup: Vit vóru ótrúliga væl skipaðir

Føroyski málverjin hevði als ikki so nógv at gera, sum hann hevði roknað við frammanundan

Jákup Mikkelsen man saman við Jens Martini Knudsen hava verið mest umrøddi maður millum fótbóltsáhugaðar føroyingar seinastu dagarnar.

Allan Simonsen valdi at taka Jákup, sum spældi í Bosnia, og sum hevur staðið seg væl í superliguni, framum Jens Martin Knudsen, sum eisini hevur spælt væl í íslendsku kappingini og sum herfyri var besti maður í íslendsku steypafinaluni.

? Nú rokni eg við, at eg kann varðveita plássið til dystin móti Litavia. Tað hevur gingið væl hjá mær niðri, og eg haldi eisini, at eg stóð ein rímiligan dyst seinast. Eg síggi so onga orsøk til at verða avsettur nú, segði Jákup, ið sum vera man var vónbrotin aftaná dystin sunnudagin.

? Fyri mær var tað, sum um vit missa konsentratiónina eina lítla løtu, og tað duga teir at gera sær dælt av. Tað var stór skomm, sum teir fingu hatta málið, men vit áttu at vitað av tí. Teir stilla eisini tríggjar mans út til tann, sum tekur innkastið, og tað er heilt týðiligt ikki fyri at geva okkum bóltin, segði Jákup og legði afturat, at tað er undir alt lágmark, at ein maður verður spældur fríur upp á eitt innkast.

Annars helt Herfølge-málverjin, at tað var stuttligt at vera málmaður sunnudagin.

? Vit vóru ótrúliga væl skipaðir, serliga defensivt. Eg sá ikki so nógv av tí, sum gekk fyri seg har frammi, men har afturi var tað í lagi. Teir komu ikki til nógvar kjansir, og tað var bara okkum fyri at takka, segði hann.

? Eg hevði annars væntað at fingið nógv at gera í dag, men teir høvdu einki.

Jákup Mikkelsen heldur, at sum føroyska liðið spælir nú, fer okkurt óvæntað at henda skjótt.

? Um vit halda fram við somu taktum sum í seinastuni, so rokni eg við, at vit skjótt fara at koma við onkrum óvæntaðum úrsliti.

Landsliðið spælir aftur á útivølli móti Litavia leygardagin 10. oktober og síðani í Aberdeen móti Skotlandi fýra dagar seinni, mikudagin 14. oktober.