Jólaborð sum savnandi veitsla

Uppmøtingin til jólaborð er eitt gott barometur um trivnaðin á arbeiðsplássinum.

Hetta er tíðin, tá jólaborð eru kring landið, og soleiðis verður tað nakað langt út í desember. Jólaborð er bæði elskað og hatað - alt eftir, hvørji starvsfólk tú spyrt. Men, jólaborðið er eitt gott høvi at lodda dýpið, hvussu trivnaðurin á arbeiðsplássinum er.

 

Jólaborð er eitt tiltak, har starvsfólk kunnu taka sær av løttum og hava høvi at seta fokus á góðan mat, hugna og samveru. Men, hetta kann eisini vera eitt høvi, har onkur dregur viðurskifti fram, sum viðkomandi ikki er nøgd/-ur við á arbeiðsplássinum.

 

Skal eitt jólaborð og ein rúgva av alkoholi til fyri, at fólk skulu siga sína meining um viðurskiftini, sigur tað ofta nógv um trivnaðin á einum arbeiðsplássi. Tað eigur nevniliga ikki at vera neyðugt at taka upp evni við eitt jólaborð, sum tosað ikki verður um í tí dagliga.

 

Uppmøtingin til eitt jólaborð er eisini eitt gott barometur um trivnaðin á arbeiðsplássinum. Møta fólk væl upp, er tað eitt tekin um góðan trivnað, men er tað soleiðis, at bara ein partur av fólkinum er við, kann tað merkja, at tað eru starvsfólk ímillum, sum ikki føla seg so væl.

 

Er tað soleiðis, at partar av arbeiðsplássinum ikki eru við, men heldur halda sítt egna jólaborð, eigur leiðslan at finna út av, hvat er galið. Tað kann jú vera, at samstarvið ikki er so gott millum ymisku partarnar av fyritøkuni - ella tað, at arbeiðsplássið er vorðið so stórt, at tað ikki longur er so hugnaligt í fyritøkuni.

 

Nógvir leiðarar rýma beint eftir, at maturin er etin. Tað kann vera, tí viðkomandi ikki hava hug at hoyra ”sannleikan”, sum starvsfólk hava at siga. Men, um leiðarar stúra fyri at hoyra ymiskt frá sínum starvsfólki, sum hava drukkið sær mót, er tað ivaleyst okkurt, sum ikki verður snakkað um í gerandisdegnum.

 

Einki eigur at koma fram við jólaborðhaldið, sum ikki verður snakkað um í tí dagliga, og um so er, eigur leiðarastílurin á arbeiðsplássinum at verða dagførdur. Í onkrum føri fer leiðarin avstað tíðliga, tí starvsfólkini skulu fáa møguleikan at tosa frítt og kanska eisini tosa um leiðsluviðurskifti.

 

Jólaborðhaldið eigur at vera ein felags og savnandi veitsla. Tað merkir, at øll, bæði leiðarar og starvsfólk, skulu vera vælkomin - og at øll skulu kunna vera til steðar so leingi, sum tey hava hug til tað.

Kelda: Væksthus for ledelse (www.lederweb.dk)