Jólafløgan selur stútt

Hóast tað eru sjey ár síðan Jólafløgan hjá Jákupi Zachariassen og 3aranum kom út, selur fløgan enn væl hvørji jól, og í ár er einki undantak.

Jólafløgan er uttan iva størsta jólatónleiksframleiðsla í Føroyum nakrantíð. Tónleikurin er spældur inn í USA av amerikanskum studiotónleikarum. Tríggir ymiskir framleiðarar hava lagt løgini til rættis, Jákup Zachariasssen hevur lagt ein triðing til rættis, Regin Guttesen ein triðing og <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Hansen ein&quot;$?$end$!$Finnur Hansen ein</st1:PersonName$?$end$!$ triðing. Hetta var gjørt fyri at gera fløguna meira fjøllbroytta. <BR>
Teir tríggir framleiðararnir og bassleikarin Jan Zachariassen fóru til USA at gera upptøkurnar, Jákup Zachariassen minnist hetta sum eina rættiliga løgna uppliving - at spæla jólatónleik inn í einum upptøkuhøli og so fara heim á gistingarhúsið og í 40 hitastigum svimja í svimjihylinum. Tað var also ikki serliga jólaligt, sigur Jákup.


Løgini á fløguni eru eitt bland av nýggjum og gomlum løgum. Løgini eru sungin av nøkrum av kendastu og bestu sangrøddunum innan bæði verðsligan og kristnan tónleik. Har er Teitur, Rúna & Ronnie, Kim, Terji, Heini, Margit & Linda og nógv onnur. Síðan fløgan kom út í 1998 eru fleri enn 3000 eintøk seld, og enn eru eingi tekin um, at fløgan fer at halda uppat við at selja.

Jákup Zachariassen var stigtakari til fløguna. Hugskotið var hansara og hann samskipaði upptøkurnar. Hetta var ein sera kostnaðarmikil útgáva, og tí kom 3arin við í verkætlanina og gjørdi hana møguliga.Jákup Zachariassen heldur, at orsøkin til, at fløgan enn selur, er høga góðskan. Fløgan er væl spæld, og væl framleidd og kanska mest týdningmikið, so er talan um góð løg. Hetta var jú ein tann størsta fløguverkætlanin í nógv ár, sigur