Føroya Barnaheim fekk ein góða jóalgávu frá skipafelagnum Eimskip mánadagin. Ein kekk upp á 10.000,- krónur.
Joel undir Leitinum, sum saman við stóranum á Eimskip í Føroyum, Brynjari Vigosson, var á Barnaheiminum við kekkinum, sigur, at Eimksip í ár hevur valt at lata ta upphæddina, felagið annars plagar at nýta til jólakort og slíkar heilsur, til eitt vælgerandi endamál.
Gávan varð latin Føroya Barnaheimi sum eitt herðaklapp fyri ta góða arbeiðið, Barnaheimið ger, sigur Joel undir Leitinum.
Tað var Hallbjør Lamhauge, varaleiðari á Barnaheiminum, sum tók í móti gávuni. Leiðarin, Finnur Helmsdal, fekk ikki verið til staðar vegna sjúku, sigur Joel undir Leitinum.