Jólamarknaðurin í Strasbourg álopin

Ein persónur er dripin og fleiri særd í einum skottilburði í miðbýnum í franska býnum Strasbourg, sum liggur nærindis týska markinum. 

 

Tað boða franskir brandmyndugleikar frá sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Sambært fronsku tíðindastovuni AP er tilburðurin enn í gongd. Franskir myndugleikar heita á fólk um at halda seg innandura, skrivar Reuters.

 

Sambært VG eru minst seks fólk særd í skottilburðinum. Norska blaðið endurgevir franskar miðlar fyri at siga, at skjúttin slapp sær til rýmingar.