Jólamatur

Jóladøgurðin í flestu familjum er at samanbera við ein innanhýsis mentanarstovn. Her avspeglast nógv brigdi, ið eyðkenna familjuna og limir tess. Talan er bæði um reglur og ritual fyri hvussu borðhaldið eigur at fara fram og hvussu gestir og húsfólk skula bera seg at. Harafturat eru sterkir siðir, - næstan reaktionerir siðir - fyri hvat hvat skal á jólaborðið. Hugsi at nógv finna ein tryggleika í hesum. At um øll verðin er við at fara í upploysing, so eta vit kortini dunnu jólaftan á sama hugnaliga hátt, sum vit altíð hava gjørt. Tað kann eingin taka frá okkum!

Í dag kannar Matummælið rávørur og tilhoyr til jóladøgurðan nærri. Í næstu viku hyggja vit nærri at rávørurnar til konfekt.

Sjálvsagt ber ikki til at kanna allir lutir, ið matmóðirin (ella –faðirin) kundi hugsast at brúkt í matgerðini, men dunnan, reyttkálið og kirsubersósin til mandlurísini er vert at vera kræsin um.

Eingin ivingur um at føroysk jóladunna smakkar allarbest. Livikorini hjá hesum eru framúr og stutt er til endaliga brúkaran. Hóast at hon er dýr er hon allar pengarnar verd. Men av tí, at ikki allar familjur hava møguleika at fáa føroyska dunnu á borðið, so eri eg farin í handlarnar at kanna úrvalið. Og her eru tað aftur í ár ”Tordenskjolds Soldater” í frystidiskunum. Somu dunnusløgini ganga aftur. Tann enska Cherry Valley, tann danska og so tann franska Berberie. Tann svenska sum vit kenna so væl er eftir øllum at døma ikki at fáa í ár, hóast hon rann við sigrinum í fjør. Franska Berberie-dunnan er í ár at fáa sum bringu-steik, tvs. at bringurnar við beinagrind og skinni eru skornar úr dunnuni. Hent hjá teimum, ið kanska sita tvey-eini jólaaftan og ikki vilja fara undir eina heila dunnu. Og sum tað sæst í skoðsmálinum bagir smakkinum á Berberie-bringusteikini einki. Tó skula serlig fyrilit takast at bringusteikin ikki gerst ov turr. Eg hevði steikt hana varligari og kanska ballað hana inn í onkrum feitum. Men minnist til at gjøgnumsteikja dunnuna, - eins og allan annan flogfenað.

Og vælsignaði verið tykkum, vaskið nú fingrarnar, tá ið tit handfara feskan fugl!

Reyðkálið afturvið gagnast allarbest heimagjørt úr frískum reyðkáli, eingin ivingur um tað. Hjá teimum, har hugurin ella tíðin ikki er til at stákast so leingi í køkinum, er ikki at falla í fátt. Eg havi kannað hvat finst av lidnum reyðkáli.

Omaná eta tey flestu mandlurís. Og kirsubersós afturvið. Vanliga er tað danska kirsubersósin, men seinnu árini eru dýru kandiseraðu italsku kirsuberini eisini farin at gera um seg at kappast um plássið á jólaborðinum hjá fólki. Nógv hava tikið tey til sín og svørja nú til tey italsku. Sjálvur dámar mær tey sera væl, men kortini haldi eg ikki hesi sera kraftmiklu ber hóska saman við rættiliga mildu mandlurísunum. Við vanligu kirsubersósini er mótspælið meira á jøvnum føti. Men tað er ein spurningur um smakk.

Skoðsmálini eru latin í mun til reinleika og styrki í smakkinum. Fyri reyðkálið broyskleika og kirsuberini og reyðkálið eisini í mun til javnvágini millum tað súra og tað søta.


Ummæli av dunnu:


Dansk And (Samkeyp), kr. 89,95/2,4 kg (kr. 37,48/kg)

Næstan eingin dunnusmakkur ella smakkur yvirhøvur. Kjøtið kennist seigt og turt. Sera vánalig dunna. 1 stjørna *


Cherry Valley “tann enska” (Miklagarður), kr. 119,95/3 kg (kr. 39,98/kg)

Góður, reinur og meðal kraftmikil smakkur. Sera, sera moyr og saftmikil dunna. Sera gott keyp. 4 stjørnur ****


Berberie Bringusteik “tann franska” (FK), kr. 104,95/kg

Sera góður og sera kraftmikil dunnusmakkur. Ikki so saftmikil sum tann enska, men sera moyrur og fínur strukturur. Besta dunna. 5 stjørnur *****


Ummæli av reyttkáli:


Samsø Vistfrøðilig (Miklagarður), kr. 14,95/370 g (kr. 40,41/kg)

Broyskið. Nakað mildur smakkur av reyðkáli, men javnvágin í súrsøta lakanum er heilt góð. 4 stjørnur ****


Jean Desiré Beauvais (FK), kr. 26,95/770 g (kr. 35,00/kg)

Sera broyskið og framúr kálsmakkur í frálíkari javnvág við súrsøta lakan. Besta reyðkálið. 5 stjørnur *****


Herregårds Beauvais (Samkeyp), kr. 19,90/950 g (kr. 20,95/kg)

Brúnligur oxideraður litur. Bleytur og dovin konsistensur og ræðuligur sukursøtur smakkur. 1 stjørna*


Beauvais (Samkeyp), kr. 19,95/580 g (kr. 34,40/kg)

Hampuliga broyskið kál. Smakkurin í góðari javnvág við tí súrsøta. Gott keyp.  4 stjørnur ****


Ummæli av kirsubersós:


Fynbo Royal (FK), kr. 13,95/500 g (kr. 27,90/kg)

Donsk kirsuber av slagnum Stevnsbær og Kelleris. Djúpur, inniligur, samansettur og kraftmikil kirsubersmakkur. Sera góð javnvág millum bersøtleikan og bersýruna. Greitt besta sósin. Her smakkar av kirsuber, ið hóska til mandlurnar, róman, rísini og vaniljuna. 5 stjørnur *****


Skælskør Frugtplantage (Samkeyp), kr. 8,95/500 g (kr. 17,90/kg)

Sera sevjumikil og dekan og fruktsýrutur smakkur. Smakkar av tilsettari sitrónsýru. Ikki so djúpur og kraftmikil kirsubersmakkur sum Fynbo. 3 stjørnur ***


Amarena Fabbri (Miklagarður), kr. 76,95/600 g (kr. 128,25/kg)

Kandiseraði italsk kirsuber í siruppi. Ýlandi súrsøt og eftir mínum tykki ikki so hóskandi til mandlurís og tað er skoðsmálið úttrykk fyri. 3 stjørnur ***