Postverk Føroya hevur, síðan tað varð stovnað í 1976, árliga staðið fyri
útgávuni av teimum føroysku jólamerkjunum. Eitt gott tiltak, sum er við at
geva jólapostinum ein serliga hugnaligan dám. Ein jólaheilsan prýdd við
einum vøkrum jólamerki hevur ein serligan hugna við sær. Eisini í ár hevur
Frímerkjadeildin valt at geva út 4 jólakort við somu myndevnum, sum jólamerkini hava.
Árbókin verður útgivin á fýra málum: ein føroysk/donsk útgáva og ein ensk/týsk útgáva.
Anker Eli Petersen hevur teknað ársins jólamerki, og í ár er evnið
jólaímyndir og siðir. Yvirskotið av jólamerkjasøluni fer sum vanligt til
Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum millum børn og
ung í Føroyum. Ágóðin av jólamerkjunum fer óskerdur til ymisk tiltøk, ið hava við børn at gera.
Útgávudagurin er mánadagin 7. november. Sama dag geva vit eisini út tvey
nýggj frímerki. Myndevnið er Jólavísan og Rudisarvísa. Anker Eli Petersen hevur teknað. Árbókin, ársmappan, jólamerkini og jólakortini eru at fáa á øllum posthúsum.