Jólini eru næstan sum í Føroyum

Tað er jólaaftan, sum er stóri dagurin í Kili, men heldur ikki Pablo er vanur við hvít jól, tí eisini í Kili er tað summar nú

? Tað er so nógv øðrvísið at halda jól í Føroyum, enn tað er at halda jól í Kili, men tað verður stuttligt at royna at vera burtur heimanífrá á jólum, sigur kilenarin Pablo Giuliano. Hann heldur eins og hinir AFS-ararnir jól í Føroyum, og eins og hjá teimum er tað fyrstu ferð at hann ikki er saman við skyldfólkum sínum.

Pablo sigur, at jólini í Kili vera hildin nøkunlunda á sama hátt sum í Føroyum.

? Vit halda jól jólaaftan og tá er øll familjan savnað. Vit fara øll í kirkju klokkan níggju á kvøldi, og tá vit eru heimafturkomin fara vit til borðs. Pakkarnir vera ikki latnir upp fyrr enn vit eru liðug at eta, so tað er ofta vorðið rættuliga seint áðrenn seinastu pakkarnir eru útpakkaðir, sigur Pablo.


Sólin manglar

Eftir at hava tosað við Pablo, er niðurstøðan, at allir AFS-ararnir, sum eru í Føroyum í løtuni eru vanir við annað veður á jólum, enn tað vit hava í løtuni.

Hjá teimum er tað ikki kavin og kuldin, sum setur dám á jólini, men harafturímóti er tað góður sólargangur.

? Jólaaftan hjá okkum verður hildin so seint tí tað er so heitt fyrr á degnum, og tað er tí eitt sindur løgið, at halda jól í kulda og kava, sigur Pablo og leggur afturat, at tað nokk skal fara at ganga, tí familjan hjá honum fer »væl við honum«.

Annars heldur Pablo, at jólafyrireikingin í Føroyum byrjar í so tíðliga.

Hann heldur, sum nógvir føroyingar, at jólini eru farin heilt og aldeilis avstað við alt ov nógvari tíð hjá fólki, og sigur okkum samstundis, at hjá teimum byrjar sjálv jólasølan ikki fyrr enn fjúrtan dagar undan jólum.

? Eg haldi, at tað byrjar í so tíðliga í Føroyum, sigur Pablo, og tað er eingin loyna, at tað munnu vera nógvir føroyingar, sum nikka samkennandi við honum.

Eins og í Føroyum er jóladagur dagurin har familjan slappar av.

? Tá hendir ikki stórvegis, og tann dagurin hevur ikki tann stóra týdningin. Tá taka vit tað meira róligt, og hvíla okkum, siugr Pablo, sum sjálvsagt væntar, at honum fer at leingjast eitt sindur, tí frástøðan heim er long.