Hóast fólk tykjast rættiliga sperd undan jólum, kemur ein slíkur friður á tey um jólini, at ein rættiliga kennir mun, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur.
-Tað er nakað heilt serligt við hesi hátíðini sum ger, at fólk bókstaviliga broytast og verða góð.
Og bispur minnist aftur á nakað, sum ivaleyst liggur nakað nær svarinum uppá, hví soleiðis er.
Hann greiðir frá, at hann sum smádrongur í Gjáar Kirkju serliga minnist ein setning, sum gamli deknurin las við serligari raddarføring. Rættiliga hátíðarliga og hábærsliga las hann:
»Tað ber ikki til at klandrast á jólum.«
Og soleiðis tykist tað veruliga at vera, sigur Hans Jacob Joensen.
Jólini eru og verða
Jólini eru javngomul við kristnu kirkjuna. Tey hava altíð verið, og tey koma at verða, so leingi fólk er á Jørðini, ivast bispur ikki í.
Vit sita við eitt lítið borð í bispagarðinum. Á borðinum er borðreitt við kaffi og køkum. Ein jóladekoratión stendur á borðinum. Aftan fyri bispin er veggurin fyltur upp av bókahillum, har bæði yrkisbókmentir og fagrar bókmentir síggjast í rúgvuni.
Beint yvir blaðmanninum hongur stór mynd av Jacobi Joensen, fyrrverandi varabispi, sum Ingálvur av Reyni hevur málað. Og fyri líkasum at bera skyldskapin yvir í bókahyllina liggur Royvið hjá Roberti Joensen, bróður varabispsins, oman á bøkarøðini í næstniðastu hyllini.
-Nei, tekur bispur aftur í aftur. Jólunum ber hann ongan ótta fyri, Tey eru har, og tey fara ongan veg.
Tað verður nógv tosað um, at jólini broytast so nógv. Og tað heldur bispur einki løgið vera. Tí alt broytist. Men við jólunum er tað bara uttaná, at broytt verður.
Føroyingar eru støðufastir, og tað skulu nokk so stórar rembingar til, áðenn kristna grundin er tikin undan okkum.
Ikki so at skilja, at vit bara skulu lata standa til, og lata Várharra klára alt fyri okkum. Tí hóast Hann ger tað óbiðin, eiga vit sjálvi at halda sambandið viðlíka.
Fólkið tikið ábyrgdina
Luther gav fólki ábyrgdina av kirkjuni, sigur Hans Jacob Joensen, bispur. Og føroyingar hava av sonnum tikið við hesi ábyrgd.
Bispur vísir á, at eitt nú donsku starvsbrøður hansara, sum vóru í Føroyum á hvítusunnu í samband við 1.000 ára haldið, søgdu vitjanina vera eitt upplivilsi.
Eitt nú at merkja, at fólk veruliga kenna seg at vara av kirkjuni og soleiðis eisini tala at, tá okkurt er, sum teimum ikki dámar. Ikki soleiðis at skilja, at fólk grenja og eru misnøgd. Men veruliga vilja hava, at tingini eru í lagi.
Og munurin á eini fólkakirkju og eini statskirkju er júst tann, at meðan staturin stýrir statskirkjuni, er tað fólkið - kirkjuliðið - sum stýrir fólkakirkjuni.
Biskupur dylir ikki fyri , at hann fegin vil hava kirkjuna at verða verðandi eina fólkakirkju í orðsins rætta týdningi. Skipanin kann gott vera sum í dag við eini almennari kirkju, men staturin skal ongantíð kunna blanda seg uppí, hvat sagt verður í kirkjuni, og hvørja avgerðir annars verða tiknar har.
Hans Jacob Joensen væntar eisini, at verandi skipan fer at halda fram. Tí føroyingar eru kirkjutrúgvir. Eini 85% av øllum føroyingum eru limir í fólkakirkjuni. Og teir brúka hana eisini.
Tað er neyvan nakrastaðni her á leið, at fólk ganga so regluliga og nógv í kirkju, sum í Føroyum, sigur bispur. Og tað hava frammandi prestar og bispar eisini lagt merki til og frøast um.
Soleiðis hava vit í grundini jól alt árið. Tí jólini eru jú ein gomul hátíð, sum hildin varð í samband við, at nú kom ljósið aftur.
Men við Kristusi kom lívsins ljós í heimin, og tað hava vit fyri eyga, hvørja fer vit vitja kirkjuna. Og tá fólk ganga dúgliga í kirkju, er ljósið jú ongantíð lækkað, og sum tað stendur í føroysku Brúðarvísuni:
»... tað vísir til hjartað, at her eru jól.«
Tí kunnu vit siga, at í kirkjuni eru jól alt árið.
Heldur vanlig jól
Bispur heldur jól, sum flestu onnur fólk gera í dag, uttan tað, at hann fer sjálvur á prædikustólin undir eini av guðstænastunum á jólum. Í ár verður tað annan jóladag í Havnar Kirkju.
Annars plagar hann at vera saman við familjuni á jólum, sigur hann. Konan er donsk, og tey fara altíð til danska guðstænastu jólaaftan, eins og farið verður til vanliga guðstænastu um jólini.
Og maturin er sum hjá mongum føroyingi á jólum. Dunna plagar at vera jóalaftan. Og jóladag verður altíð kókað ræst kjøt.
Hóast bispafrúan er donsk, er tað eingin forðing fyri, at hon etur allan vanliga føroyskan mat. Tó við tveimum undantøkum. Markið verður sett við garnatálg og seyðarhøvd.
Jólastákið í bispagarðinum er eisini sum í vanligum húsum. Og bispur hevur ongar trupulleikar av, at jóalnissurnar eru farnar at loysa einglarnar av. Har er pláss fyri báðum, og Hans Jacob Joensen metir ikki, at jólini eru so veik, at tey ikki tola eina tvær nissur á vegginum. Einglunum veit hann av kortini, og teir fara altíð at verða har, teir hava verið.
Hans Jacobi Joensen dámar væl føroyskan dans, hóast hann ikki vanliga gongur í dans. Men annað jólakvøld plagar hann altíð at lurta eftir føroyskum dansi, sum sendur verður í útvarpi og sjónvarpi. Og so verður lisið, sum hjá so mongum øðrum. Ivaleyst verður onkur bók undir jóaltrænum, og tær eru altíð kærkomnar, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.