Jón og Jóhan heiðurslimir ÍSB

Parasport Føroyar: Jón á Steig og Johann Samuelsen heiðurslimir

Tað var hátíðarligt í MBF húsinum í gjár, tá Parasport skipaði fyri móttøku í samband við at Jón á Steig og Johann Samuelsen hava valt at takka fyri seg í nevndini. Formaðurin, Egga Jensen, helt røðu, har hann leit afturá seinastu 38 árini við paraítrótti, og upplivingar og avbjóðingar teir tríggir høvdu havt, skrivar ÍSB.

 

Aðrir røðarar vóru eitt nú Tóra við Keldu, ið kundi greiða frá hønn týdning ítrótturin hevði havt fyri hana, og óiva fleiri onnur ítróttarfólk ið bera brek. Eisini borgarstjórin Annika Olsen, fyrrverandi ÍSF forsetin Heðin Mortensen, núverandi forsetin Elin Heðinsdóttir, og Johan Samuelsen sjálvur, hugleiddu um hetta tíðarskeiði ið nú fekk ein enda.

 

Á hátíðarløtuni fingu Jón á Steig og Johann Samuelsen handað skreytblað, ið staðfestur teirra støðu sum heiðurslimir í Parasport Føroyar.