Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið AaB sunnudagin spældi enn ein javnleik í donsku superliguni. OB var á vitjan í Aalborg, og einki mál kom í dystinum. Jón Rói hevur verið fastur maður í verjuni hjá AaB, men sunnudagin var hann settur á beinkin, og har sat hann allan dystin. Súni Olsen var ikki við í hópinum hesaferð.