Tbilisi, Georgia: Jón Rói Jacobsen hevur verið skaddur í fleiri mánaðir, men meldaði seg tøkan til landsliðið, undan dystinum móti Ukreina mikudagin.
Hann luttók eisini í fyrstu venjingini, tá landsliðið var í Føroyum, men bara eina løtu, áðrenn hann fór út við nýggjum einum nýggjum skaða. Ein bóltur brast í høvdið á havnarmanninum, og rakti hann so meint, at Jón Rói fekk mátti gevast. Seinni varð staðfest, at hann hevði fingið heilaskjálvta.
Tískil var Jón Rói ikki millum teirra, sum vóru klárir at fara á vøllin mikukvøldið móti Ukreina.
Eftir dystin á Svangaskarði dugdi landsliðsvenjarin ikki at svara fyri, hvørt Jón Rói fór at koma seg til dystin móti Georgia ella ikki. Men á flogvøllinum sunnudagin kom svarið. Jón Rói Jacobsen kom ikki út úr bussinum saman við hinum leikarunum.
Hann er ikki komin seg heilt eftir heilaskjálvtan, hann fekk týsdagin, og soleiðis ber til at staðfesta, at tað verður ikki á hesum sinni, at Jón Rói Jacobsen verður at síggja í føroysku landsliðstroyggjuni.