Leygardagin varð Jón Rói Jacobsen kosin at vera besti spælarin í hesum árinum í Frem, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Jón Rói hevur verið støðugur og álitisfullur, og tí var valið rættuliga upplagt, verður sagt í Frem.
Síðani í summar hevur talan verið um nógvar útskiftingar í Frem, har Jón Rói Jacobsen nú telist millum mest royndu spælararnar. Hinir báðir føroyingarnir í felagnum, Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs hava verið meiri á besta liðnum í heyst, enn teir áður hava verið.