Jón Rói skaddur í knænum

AaB-venjarin er imponeraður av føroyska landsliðsspælaraunum, og hann harmast um, at Jón Rói fekk skaða á venjingarlegu í Turkalandi

Jón Rói Jacobsen fór út við skaða, tá ið AaB leygardagin spældi venjingardyst í Turkalandi. Góðir 20 minuttir vóru spældir, tá ið Jón Rói fekk ein løst í knæið. Suni Olsen kom á vøllin fyri Jón Róa og spældi við restina av dystinum.
Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin hjá Jón Róa er, men í AaB vóna tey, at talan er ikki um nakran álvarasaman skaða.
 Jón Rói hevur imponerað meg á venjingarleguni. Hann er ein klókur spælari, og vit vóna sjálvandi, at knæskaðin ikki er alvorligur, sigur Erik Hamrén, venjari hjá AaB, við heimasíðuna hjá felagnum.
Tá ið Jón Rói Jacobsen spældi fyri Brøndby sleit hann krossband í knæum, og tað tók honum mesta av einum ári at koma fyri seg aftur.Vónandi verður ikki talan um slíkan skaða hesaferð.

Suni eisini við
Suni Olsen hevur í vetur drigist við ein skaða, men hann er við at koma fyri seg aftur, og leygardagin slapp hann veruliga at royna seg á liðnum hjá AaB aftur.
 Tað er gott at síggja Suna aftur á vøllinum, sigur Erik Hamrén.
AaB kom sunnudagin aftur til Danmarkar, eftir at liðið hevur verið eina viku í Turkalandi og vant. Hesa vikuna byrjar norðurlendska kappingin Royal League aftur, og AaB skal spæla ímóti norska felagnum Lyn.