Jón Rói skal til próvtøku

Eitt av nøvnunum, sum ikki er at finna á fyrstu føroysku landsliðssúttøkuni hjá Brian Kerr, er navnið á Jón Róa Jacobsen. Hetta er tó ikki, tí Jón Rói er vrakaður í landsliðshøpi.

- Orsøkin er, at eg í løtuni eri í holt við seinasta partin av lesnaðinum, og tann 9. juni - dagin fyri landsdystin - skal eg til seinastu próvtøkuna, sigur Jón Rói Jacobsen við Portalin.