Loksins eydnaðist tað einum av mest lovandi føroysku leikarunum, Jón Róa Jacobsen, at skorað sítt fyrsta mál í landskappingini í 1.deild. Ungi framherjin, ið fylti 17 ár í apríl, legði HB á odda í Gøtu í dystinum móti GÍ, sum havnarmenn vunnu 2-1. Sostatt bleiv U-18 landsliðsspælarin nógv tann yngsti, ið hevur skorað í bestu deildini í ár.
Trý tey seinastu árini vóru yngstu málskorarar í 1.deild eitt sindur eldri, enn Jón Rói Jacobsen er nú. Vit skulu leita aftur til 1996, fyri at finna ein yngri mann, ið hevði gjørt mál í bestu føroysku deildini. Tað var eingin annar, enn núverandi landsliðsleikarin, Jákup á Borg. Fremsti málskjúttin í 1.deild í fjør og fyrraárið var 16 ár og 11 mánaðir, tá hann skoraði sítt allarfyrsta landskappingarmál fyri besta liðið hjá B36. Tað hendi tann 29.september 1996 í 16.umfari, FS Vágar var á vitjan í Havn og fór vestureftir við 5-1 tapi. Jákup økti um leiðsluna hjá B36 til 3-1, tá ið eitt korter var eftir at spæla.
Kortini eru tað fleiri leikarar, sum kunnu sláa aldursmetið hjá Jón Róa í ár. Í hesum sambandi kunnu nevnast klaksvíkingurin Símun Joensen (føddur 12.07.1983), sandoyingurin Kristoffur Vidtfeldt (24.06.1983), og serliga Jann Ingi Petersen úr B68, ið er føddur so seint sum 7.januar 1984, og sostatt ikki verður 17 fyrr enn komandi ár. Allir teir nevndu hava longu roynt seg í 1.deild í ár. Um blaðungi toftamaðurin megnar at skora í hesum kappingarárinum, slær hann eisini tað gamla aldursmetið hjá fuglfirðinginum Høgna á Lakjuni, ið einans var 16 ár, 9 mánaðir og 3 dagar gamal, tá ið hann skoraði eitt av málunum hjá ÍF í 3-1 heimasigrinum á NSÍ í 3. umfari av landskappingini í 1994. Í løtuni hava vit tíverri ongan møguleika fyri at kanna kappingarnar frá árunum áðrenn 1994, fyri at finna uppaftur yngri málskjútta. Lítil ivi er um, at fleiri 16-ára gamlir málskjúttar høvdu verið í kappingini í 1.deild, ið byrjaði í 1942.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.
Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.
Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.