Jón Tyril: - Ótrúliga væl nøgdur

Nú ársins G! festivalur er komin at enda, fekk Portalurin orðið á Jón Tyril, tónleikastjóra á G!

 

- Alt í alt eri eg sera væl nøgdur. Øll, sum eg havi møtt, hava verið positiv og nøgd, so tað er ótrúliga deiligt, tá so nógv hevur gingið okkum ímóti, sigur Jón Tyril.

 

- Eg haldi, at hetta er bara eitt prógv uppá, at heildin er størri enn teir einstøku partarnir.

 

Ársins G! festivalur varð tíverri merktur av, at trý av høvuðsnøvnunum ikki fingu lent, og máttu teirra konsertir tí avlýsast. Í teirra stað kom okkara egni Teitur.

 

- Tað var fantastiskt. Samstundis var tað djarvt og flott klárað av honum at koma upp á so stutt skotbráð, sigur Jón Tyril.

 

Sum tónleikastjóri hevur ein nógv at gera og halda stýr á, so tíðin er ikki til at fara til allar konsertirnar. Jón Tyril fór tó til fleiri.

 

- Eg vil gjarna framhevja Amsterdam Klezmer Band, Teit og Kapten Röd, sum vóru heilt genial, slær Jon Tyril fast, sum tó eisini var imponeraður av Sakaris og Líggjas.

 

G! festivalurin fyllir 10 ár í ár, og sambært Jón er tað serliga á einum øki, har festivalurin hevur flutt seg nógv.

 

- Vit tora nógv betur nú. Í byrjanini vistu vit ikki, hvat fólk vildi hava, men í dag vita vit, at tað ber til at hava okkurt løgið hvørt ár.

 

Fyrr í dag varð staðfest, at G! festivalurin verður aftur í 2013

 

- Tað er grundarlag fyri G!, so hann verður aftur næsta ár. Nú fara vit at halda feriu, men fyrireikingarnar til næsta árs festival byrja longu í september mánað, sigur ein glaður, troyttur og sera væl nøgdur Jón Tyril.