Tá ið Føroyar klokkan 19.45 fara at spæla ímóti Sveis, verður tað 50. ferðin, at Jónas Þór Næs fer at umboða Føroyar á fótbóltslandsliðnum.
Fyrsti dysturin var fyri níggju árum síðani. Fjórða juni í 2008 spældu Føroyar vinardyst á útivølli ímóti Estlandi. Úrslitið var 4-3 til Estland. 21 ára gamli Jónas Þór Næs, sum tá umboðaði Køge Boldklub í Danmark, spældi allan dystin á tamb.
Síðani hevur Jónas umframt barndómsfelagið B36 eisini umboðað AB, NSÍ og EB/Streym í føroysku kappingini. Í Danmark hevur hann umframt Køge eisini spælt við Boldklubben Frem, og í Íslandi hevur hann spælt við Valur í Reykjavík umframt ÍBV í Vestmannaoyggjum, sum hann umboðar í ár.
Síðani Føroyar í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin, hava trettan spælarar undan Jónasi Þór Næs rokkið fimmti landsdystum:
Fróði Benjaminsen 90 landsdystir
Óli Johannesen 83 landsdystir
Jákup Mikkelsen 73 landsdystir
Jens Martin Knudsen 65 landsdystir
Julian Johnsson 62 landsdystir
Jákup á Borg 61 landsdystir
John Petersen 57 landsdystir
Allan Mørkøre 54 landsdystir
Rógvi Jacobsen 53 landsdystir
Súni Olsen 53 landsdystir
Øssur Hansen 51 landsdystir
Christian Lamhauge Holst 50 landsdystir
Christian Høgni Jacobsen 50 landsdystir